Avloysari til Telebúðirnar í Havn


LEYST STARV: Hevur tú áhuga fyri sølu, tøkni og góðari kundatænastu? Vit leita eftir avloysara, sum kann arbeiða seinnapartar, leygardagar og annars eftir tørvi í Telebúðunum í Havn.

Starvið fevnir í stóran mun um at ráðgeva, selja og seta tøkni upp fyri kundar umframt alt vanligt handilsarbeiði. Tú ert andlitið úteftir, og tað hevur stóran týdning, at tú hevur áhuga og dirvi at seta títt egna fingramerki á kundasamskifti og sølu. 

Vit ímynda okkum, at tú brennir fyri sølu og kundatænastu, sært virði í at arbeiða í tøttum og dugnaligum toymi, hevur eyga fyri møguleikum og torir at taka av og samstundis vilt fáa royndir innan tøkni og tøkniligar skipanir. 

Arbeiðsstaður er í Telebúðunum í SMS og Hoyvík, og tær hava opið allar vanligar handilstíðir. Arbeitt verður í skiftandi vaktum. Løn er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafeag og Starvsmannafelagið galdandi fyri Føroya Tele. 

Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu, og umsóknir við lívsrensli og viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. september 2022. Samrøður vera hildnar leypandi.

Søk starvið her

Tóki Jacobsen er bólkaleiðari í Telebúðunum í Havn, og hann er at hitta á tel. 24 33 46 og tja@ft.fo, um tú vilt vita meira um starvið. Tú ert eisini vælkomin at seta teg í samband við Starvsfólkadeildina á tel. 24 30 09 og sfd@ft.fo.  

Vit gleða okkum at frætta frá tær.