Avloysari til
Kundatænastuna

Kanst tú arbeiða nakrar tímar um vikuna,
í frítíðini, og tá ið øðrum berst frá?

Føroya Tele, góðan dag. Vit leita eftir fyrikomandi og nærløgdum avloysara til Kundatænastuna. Vit ímynda okkum, at tú ert lesandi og kanst arbeiða nakrar tímar um vikuna, í frítíðini, og tá ið øðrum berst frá.

Talan er um stuttligt og spennandi starv, sum hevur eittans til endamál: At seta kundan í miðdepilin, tá ið tað ræður um kundaráðgeving, sølu, skráseting, fyrisiting og at seta tøkni upp.

At starvast í Kundatænastuni hevur við sær nógv munnligt og skrivligt samskifti við kundar og starvsfelagar. Tískil er tað neyðugt, at tær dámar væl at samskifta við onnur, og at tú dugir at skriva og tosa føroyskt og enskt, samstundis sum tú skilir tey norðurlendsku málini.

Í Kundatænastuni er nógv gott at byggja á. Deildin er merkt av samstarvi, áliti og ábyrgd, og har arbeiða starvsfólk við hollum kunnleika og nógvum royndum. Tey eru altíð til reiðar at geva tær vitan og læru í grundleggjandi kundarøkt- og ráðgeving.

Fyrsta tíðin er sjálvandi merkt av nýggjari vitan og nógvari læru, og tí er tað til fyrimunar fyri báðar partar, at tú ert forvitin og forvirkin og vilt læra og fáa royndir í sølu, tøkni og KT-skipanum.

Kundatænastan heldur til í høvuðssætinum í Hoyvík. Vit bjóða løn, sum er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið galdandi fyri Føroya Tele. Starvið verður sett eftir nærri avtalu, og freistin at søkja er sunnudagin 23. juni 2024.

Vit gleða okkum at frætta frá tær.

Samband

Hevur tú spurningur ella vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Anita Drewsen

Deildarleiðari │ Kundatænastan
Kundatænastan

Sonny Joensen

HR-ráðgevi
HR-deildin