Avloysarar til
supportina

Kanst tú arbeiða nakrar tímar um vikuna,
í frítíðini, og tá ið øðrum berst frá?

Vit leita eftir tveimum fyrikomandi og nærløgdum avloysarum til supportina. Vit ímynda okkum, at tú ert lesandi og kanst arbeiða fast nakrar tímar um vikuna, í frítíðini, um kvøldið og náttina, og tá ið øðrum berst frá.

Starvið sum supportari er stuttligt og spennandi, og tað hevur eittans til endamál: At seta kundan í miðdepilin, tá ið tað ræður um hjálp og ráðgeving, fráboðan av feilum, brekviðgerð, feilfinning á beinarum og at seta tøkni upp.

Vit vænta, at tú ert forvitin av lyndi, eins og tær dámar væl at samskifta við onnur. Arbeiðið hevur nógv munnligt og skrivligt samskifti við sær, og tí er tað fyrimunur, at tú dugir føroyskt og enskt, samstundis sum tú skilir tey norðurlendsku málini.

Fyrsta tíðin er merkt av nýggjari vitan og nógvari læru, men supportin byggir á samstarv, álit og ábyrgd. Har starvast fólk við hollum kunnleika og nógvum royndum, og tey eru altíð til reiðar at geva tær vitan og læru í kundasupport.

Tað er fyrimunur, men ikki krav, at tú lesur KT. Tað, sum er mest umráðandi, er, at tú ert forvitin og forvirkin og vilt læra og fáa royndir í ráðgeving, feilfinning, tøkni og KT-skipanum. Tað er krav, at tú hevur reina revsiváttan.

Talan er um tvey avloysarastørv við skiftandi mánaðarligum vaktum, og arbeiðsstaðurin er í høvuðssætinum hjá okkum í Hoyvík. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið galdandi fyri Føroya Tele.

Starvið verður sett eftir nærri avtalu, og freistin at søkja er týsdagin 30. juli 2024. Vit gleða okkum at frætta frá tær.

Hug at søkja?

Samband

Hevur tú spurningur ella vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Eliesar Wiegand

Deildarleiðari │ Support og veitingar
Support og veitingar

Sonny Joensen

HR-ráðgevi
HR-deildin