Umhvørvi og nærsamfelag

Vit hava øll eina ábyrgd at verja umhvørvið. Hjá okkum er málið at gagnnýta alt tilfar sum best, at nýta orku skynsamt, at fara væl um okkara øki og at sýna ein fyrimyndarligan atburð í samfelagnum sum heild.

Vit miða alsamt eftir, at tiltøk, sum minka um el-nýtsluna og verja umhvørvið eins og skapa ein skynsamari rakstur fyri felagið, verða sett í verk. Tá ið íløgur verða gjørdar í nýggja útgerð, bygningar og tílíkt, er orkunýtslan av sera stórum týdningi.

Fríkøling, battaríir og Klingran
Vit hava skift alla køling út við CE-motorar og brúka fríluftskøling í øllum okkara bygningum. Øll okkara útgerð koyrir við battaríum – á øllum fjallatoppum, tøknihúsum og í Klingruni, ið er høvuðssætið í Hoyvík. Í 2015 valdu vit at skifta yvir til fríluftskøling í øllum tøknirúmunum og byrjaðu samstundis at endurnýta avlopshitan fyri at hita Klingruna upp við. Hetta hevði við sær eina nógv betri, bíligari og grønari køling.

 

Nærsamfelag

Í yvir ein mansaldur hava vit havt ein stóran leiklut at gera einfalt samskifti og tryggjað sambond millum menniskju. Vit knýta samfelagið saman, og harvið stytta vit um fjarstøðuna millum teg og meg. Vit liva jú í einum tíðarskeiði, har ið nærleiki ikki longur verður máldur í metrum.

Sterkast av øllum bondum er tey bond, ið vit menniskju knýta. Og tað man vera grundin til, at vit menniskju ongantíð gevast við at knýta tey. Hesi bond knýtast tó best, og vara eisini longst, tá møguleikin fyri góðum samskifti er til staðar.

Hjávera og samvera er partur av okkara leikluti í samfelagnum. Vit ynskja allatíð at hava ein aktivan leiklut í samfelagnum, og vit vilja tryggja, at tær tænastur og tey produktir, sum vit veita, gagna samfelagnum og eru við til at byggja brýr millum menniskju og styrkja felagsskapir.

Hetta kemur til sjóndar í stuðulsavtalum, vit gera, og tiltøkum, vit skipa fyri. Her verður stórur dentur lagdur á, at allur latin stuðul verður til fyrimuns fyri báðar partar. Tað merkir, at vit fara inn í eitt aktivt samstarv, ið báðir partar fáa ágóðan av.

 

Les meira um umhvørvi og nærsamfelag í frágreiðingini um samfelagstilvit her.