Umhvørvi og grønar loysnir

Vit hava øll ábyrgd at verja umhvørvið. Hjá okkum er málið at gagngnýta alt tilfar sum best, at nýta orku skynsamt, at fara væl um okkara økir og at sýna fyrimyndarligan atburð í samfelagnum sum heild.

330 støðir runt landið
Støðir eru okkara bygningar, tøknihús, tøkniskáp og mastrar runt landið. Vit hava leypandi greiningar av øllum støðum fyri at tryggja skilagóðar orkuloysnir allastaðni. Harafturat hava vit árlig átøk, har ruddað og fríðkað verður innan og uttan um bygningar okkara.

3.000 battaríir runt landið
Øll okkara útgerð á øllum fjallatoppum og støðum runt landið koyrir við battaríum. Týdningurin av battaríum er, at tey koyra víðari undir streymsliti. Battaríini runt landið verða royndarkoyrd árliga. Um royndirnar ikki vísa tekin um brek, verða battaríini ikki skift út.

11 kassar til sundurskiljing
Vit gera nógv burturúr, at burturkast verður skilt sundur og koyrt til endurvinningar ella beint burtur so umhvørvisvinarligt sum gjørligt. Í høvuðssæti okkara Klingruni hava vit eitt nú ruskrúm við kassum til sundurskiljing og papppressu, umframt at vit uttan fyri bygningin hava byngjur til rúgvusmikið burturkast.

60.000 kWh er samlaða talið av battaríbankanum
Battaríini hjá okkum hava ymiskar vektir. Okkara tyngsta battarí vigar 98 kilo. Tá ið vit leggja fleiri battarí saman, fáa vit ein battaríbanka. Í okkara størsta battaríbanka standa 198 battaríir, og samanlagt vigar bankin 11 tons. Um vit leggja allar okkara bankar saman, hava vit samanlagt 60.000 kWh.

Klingran
Høvuðssætið hjá okkum gongur á odda, tá ið tað kemur til umhvørvi og grønar loysnir.

Ljósfølarar
Klingran er fødd við einari snildari ljósstýring. Bygningurin hevur ongar kontaktir, og ljósið lýsir sostatt einans við ljósfølarum. Hetta merkir, at ljósið lagar seg eftir, um fólk eru í einum rúmi, og hvussu ljósmongdin í rúminum er. Ljósskipanin koyrir so mikið væl, at tað fyribils ikki loysir seg at skifta hana út. Í sambandi við nýggj byggjaríir, ella har grundarlag annars er á tí, skifta vit tó til LED.

Hitastýring
Hitin og natúrliga útluftingin í Klingruni verða stýrd av bygninsautomatikki (CTS). Áðrenn hitastýringina høvdu vit ein veitingarhita á 79 gradir, men í dag eitur hann 54 gradir. Eftir ætlan fara vit í 2020 at flyta okkum frá natúrligari frílufting til eina hybridluftskipan, og sum fer at hava við sær eina enn betri inniluft.

Fríkøling
Vit hava skift alla køling í øllum okkara bygningum við fríkøling, har meginparturin koyrir við góðkendum orkusparandi CE-motorum.

Fríluftkøling merkir, at vit brúka útihitan at køla við heldur enn kompressarakøling. Hetta hevur við sær nógva sparing, tí natúrliga orkan ger, at minni orka verður brúkt uppá at køla. Fríluftkøling egnar seg væl til føroyska veðurlagið, ið sjáldan fer upp um 20 hitastig.

Upprunaliga vórðu tøknirúmini í Klingruni stýrd av kompressarakøling, men eitt skifti í 2015 til fríluftkøling og nýtslu av hitapumpu hevði havt við sær, at avlopshitin kann endurnýtast at hita Klingruna við. Yvirskipað hevði skiftið í 2015 við sær eina árliga sparing áljóðandi 500.000 kwt.

Oljufrí í 2020/2021
Vit ganga nýggjar leiðir og troyta nýggj økir. Tá ið íløgur verða gjørdar í nýggja útgerð ella bygningar, eru orkunýtsla og burðardygd høgt raðfest.

Í 2020 er ætlanin at skifta hitaloysnirnar í fýra av tøknihúsum okkara til jarðhitaskipan. Í Klaksvík er tó ætlanin at knýta okkum í kommunalu sjóhitaskipanina.

Harumframt fara vit at byggja ein tøknibygning í Miðvági, har vit, heldur enn at hava neyðstreym, fara at royndarkoyra eina brintskipan og eina sólorkuskipan.

Bilaflotin hjá samtakinum skal somuleiðis gerast oljufríur, og í 2020 er ætlanin at hava tilsamans seks el-bilar og løðarar.