Talgilda framtíðin

Tað er eingin loyna, at framtíðin er talgild, og tað setur stór krøv til undirstøðukervið, ið skal vera við til at mynda hesa framtíð. Okkara mál er at leggja lunnar undir einar Føroyar sum talgilt undangonguland og stuðla framgongdini, sum fer fram í løtuni. Hetta málið skal vera til gagns fyri borgarum, vinnulívinum og samfelagnum sum heild.

Føroya besta farnet
Tað krevur sostatt áhaldandi íløgur og áhaldandi menning fyri at røkka hesum máli um, at í Føroyum hava vit eitt undirstøðukervi í avgjørdum heimsklassa. Áhaldandi íløgurnar í landsumfatandi farnetið, sum er at meta millum tey bestu í øllum heiminum, tryggja, at møguleikin fyri góðum samskifti eru altíð til staðar, óansæð hvat vit eru stødd í landinum.
Ómaksleyst samskifti skulu allir føroyingar kunna taka fyri givið, tí tað er treytin fyri at virka í heimssamfelag okkara, og tað er hesa uppgávu, ið ágrýtnu starvsfólk okkara greiða bæði dag og nátt. Hetta hevur ført við sær, at okkara farnet er í avgjørdum heimsklassa og kann bera vaksandi ferðsluna, lúka nútímans krøv og nøkta tørvin hjá tí einstaka føroyinginum.

Betri samband í øllum Føroyum
Á Føroya Tele arbeiða vit við sveittabrot, so allir føroyingar fáa nyttu av talgilda framburðinum, tí umframt at leggja nógva orku í at bjóða tað besta farnetið av sínum slagi í Føroyum, arbeiða vit miðvíst við at útbyggja eitt framtíðarhóskandi breiðband.
Síðst í 2018 gjørdist møguligt hjá fyrstu privatkundunum at keypa fipurbreiðband. Í fyrstu atløgu eru tað húsarhald í útvaldum býarpørtum, ið kunnu keypa hesa nýggju tænastuna, men so hvørt sum netfelagið útbyggir undirstøðukervið, fáa kundar kring alt landið hendan møguleika.
Við einum fipurbreiðbandi kann kundin fáa eina ferð upp á 1Gbit í dag. Tískil letur eitt fipursamband upp fyri teimum møguleikum, ið liggja fyri framman í talgilda samfelagnum.
Í síðsta enda hongur alt sostatt á kervinum, sum er okkara uppgáva at røkja og menna.

Les meira um kundatryggleika og álit í frágreiðingini um samfelagstilvit her.