Starvsfólkatrivnaður

Mangt vatn er í ánni runnið, síðan Ólavur á Heygum, bóndi, og hareftir Telefonverk Føroya Løgtings fóru undir at knýta bygdir og býir saman í 1906. Hóast Føroyar eru staddar úti á opnum sjógvi, eru vit í dag eitt framkomið samfelag, har landamørk og frástøða hava lítið at siga. Vit røkka runt knøttin akkurát sum einki.

Í meira enn 110 ár hevur Føroya Tele tænt føroyingum, og føroyska fólkið hevur verið hjartaslátturin í fyritøkuni. Men pulsurin í dag er ein heilt annar, og tað føroyska fólkið setir heilt onnur krøv í einum heimi, sum broytist dag frá degi, og kappingin er ein natúrligur partur av gerandisdegnum. Harvið hevur Føroya Tele ábyrgdina av at taka pulsin og tryggja, at starvsfólkini trívast í hesum skiftandi umstøðunum.

Vit arbeiða miðvíst við at skapa eitt arbeiðsumhvørvi, har ið starvsfólk eru tilvitað um teirra leiklut, og hvat verður væntað av teimum í teirra leikluti í virkseminum, umframt at tey trívast, eru motiverað og mennast í tráð við okkara mál.

Skulu vit ganga á odda í føroyska framburðinum, so má starvsfólkatrivnaður raðfestast, tí tað er at enda ein fortreyt fyri góðskuni, ið kundin fær. Tískil gera vit eina árliga og nágreiniliga trivnaðarkanning, har ið úrslitini verða nýtt til miðvíst at skipa arbeiðið við trivnaðinum og javnan at skipa fyri tiltøkum, so sum fakligum starvsfólka-, leiðara-, og deildardøgum til frama fyri vitanardeiling, samstarvi og menning í heila tikið.