Millum bestu farnet í heiminum

Áhaldandi íløgurnar í landsumfatandi farnetið, sum er at meta millum tey bestu í øllum heiminum, tryggja, at møguleikin fyri góðum samskifti altíð er til staðar, sama hvar í landinum, vit eru stødd.

Ómaksleyst samskifti skulu allir føroyingar kunna taka fyri givið, tí tað er treytin fyri at virka í heimssamfelag okkara, og tað er hesa uppgávu, ið ágrýtnu starvsfólk okkara greiða bæði dag og nátt.

Hetta hevur ført við sær, at okkara farnet er í avgjørdum heimsklassa og kann bera vaksandi ferðsluni, lúka nútímans krøv og nøkta tørvin hjá tí einstaka føroyinginum.

Sum liður í at varðveita støðuna, vórðu millum íløgur gjørdar í at uppstiga farnetið til 4G+ í 2019 á útvaldum økjum, har ið datanýtsla er hægst. Eisini varð arbeitt ítøkiliga við at gera dekningin enn betri í bygdum og býum í øllum landinum.

Góði landafrøðiliga dekningurin á farnetinum er ein góður tryggleiki fyri bæði føroyingar og ferðafólk, ið vitja vøkru oyggjarnar. Umframt at farnetið fevnir um allar tunlar í Føroyum, hevur umfatandi dekningurin eisini við sær, at ferðandi í fjøllum og á firðum kunnu reika trygt.

Í 2019 varð millum annað ein nýggj sendistøð sett upp á Víkum í Vágum. Umframt at tæna vinnulívinum í økinum, røkkur signalið frá sendistøðini heilt til Vestmannabjørgini, har ið nógv ferðandi eru; serliga í summarhálvuni.

5G kemur skjótt
Fyrsta fartelefonkallið á nýggju og framkomnu 5G-tøknini varð gjørt í høvuðssæti okkara í Hoyvík í juni. Síðani hevur verið arbeitt miðvíst við fyrireikingunum at útbyggja farnetið til 5G. Tøkniligar kanningar og greiningar eru gjørdar, men ein stórur partur av arbeiðinum hevur verið at tryggja grundarlagið undir nýggja 5G-netinum.

Handilskríggj og annað hevur merkt arbeiðið at avgera, hvønn veitara vit skulu velja. 5G er ein risaíløga í samfelagið, og tískil er tað umráðandi, at tryggasta og besta loysnin verður funnin; ikki bert her og nú, men langt inn í framtíðina.

Á beinari leið móti 100%
Stórar íløgur vórðu gjørdar í farnetið í 2019, tí á hvørjum ári er neyðugt at neyvstilla og menna netið, so at tað er í samljóði við tørvin hjá kundanum og framburðinum í samfelagnum sum heild.

Dekningurin er tann besti av sínum slagi í Føroyum, men einki er best, fyrrenn tað er 100%.

Í 2019 gjørdu vit nakrar ítøkiligar neyvstillingar og útbyggingar, so at farnetið nú dekkar 97,1% av øllum landøkinum í Føroyum.

Fleiri nýggjar sendistøðir vórðu settar upp fyri at bøta um dekningin í ávísum støðum, umframt at verandi sendistøður vórðu dagførdar við nýggjari tøkni fyri at bøta millum annað um innandura dekning.

  • Í Havn vórðu sendistøðirnar á Hálsi og á Vaglinum neyvstillaðar og dagførdar til 4G+.
  • Á Tvøroyri varð ein nýggj sendistøð sett upp fyri at bøta um dekningin miðskeiðis í bygdini.
  • Í Klaksvík varð ein nýggj sendistøð sett upp við Stangabrúnna fyri at bøta um 4G og 4G+ í býnum.
  • Á Víkum í Vágum varð ein sendistøð sett upp fyri at bøta um fartelefondekningin í økinum.
  • Nýggj sendistøð varð sett upp fyri at bøta um dekningin inni í Hvannasundstunlinum.
  • Hjá Bakkafrosti á Strond, hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri og hjá Luna á Fútakletti vórðu sendistøðirnar neyvstillaðar fyri at bøta um innandura dekningin.
  • Á Eggjarkletti í Nólsoy varð sendistøðin dagførd fyri at bøta um sjónetið umborð á Smyrli í Nólsoyarfirði og Skopunarfirði.
  • Í Villingardalstunlinum, Ritudalstunlinum og Kunoyartunlinum vórðu sendistøðirnar dagførdar á 800 Mhz-frekvensinum.