Kundin í miðdeplinum

Sterkast av øllum bondum eru tey bond, ið vit menniskju knýta. Hesi bond knýtast best og vara eisini longst, tá ið møguleikin fyri góðum samskifti er til staðar.

Gott samskifti kemur ikki av sær sjálvum.

Tað er okkara uppgáva at røkja og menna eitt so mikið sterkt, skjótt og nútíðarhóskandi samskiftisnet sum yvirhøvur til ber, tí fyri hvønn dag, ið gongur, fær skjótt og svikaleyst samband meiri og meiri at siga; bæði fyri einstaka føroyingin og fyri framburðin í okkara samfelag.

Hóast Føroyar eru staddar úti á opnum sjógvi, so eru vit eitt framkomið samfelag. Vit nýta framkomna tøkni til at knýta bond og at vísa øðrum, hvørji vit eru. At vit eru egin, at vit tora, og at vit eru framsíggin. At vit fegin síggja okkum sum heimsins miðdepil, og at tað er útheimurin, ið skal læra av okkum – ikki øvut.

Hongur sostatt alt á netinum, sum bindur okkum saman, í síðsta enda? Nei, tí kundarøkt og nærverandi samskifti er fortreytin fyri, at alt annað hongur saman.

Nærverandi samskifti
Sum veitari av samskiftistøkni er tað týdningarmikið fyri okkum, at vit ganga undan í kundarøkt og nærverandi samskifti. At onnur læra av okkum. Vit gera okkum tískil stóran ómak at tæna og kenna hvønn tann einasta kunda, sum var hann einsamallur í allari verðini.

Hjá okkum ræður tað um at knýta bond við kundan, so at møguleikin fyri góðum samskifti er til staðar. Hetta gera vit við nærveru, áliti og at seta kundan í miðdepilin í øllum okkara virksemi.

Alt skal vera so ómakaleyst fyri kundan sum yvirhøvur til ber.

Nærverandi kundasamskifti er at lurta og skilja. At hugsa í loysnum ístaðinfyri at oyðsla við orðum, soleiðis at hvør tann einasti kundi fær ta bestu tænastuna. Tað ræður um at veita trygd fyri, at okkara kundar hava álit á okkum og kenna seg
tryggar, tá ið teir brúka okkara vørur og tænastur.

Álit og menning
Fyri okkum er tað umráðandi, at kundar hava álit á okkum. At teir føla seg tryggar, sæddar og hoyrdar, tí hetta hevur eina jaliga ávirkan upp á okkara førleikar. At vit skapa einfaldar loysnir, sum kundin fær gleði av, tí fortreytin fyri ómaksloysi er, at fólk við góðum førleikum hvønn dag gera sær ómak at taka ábyrgd og at slóða fyri framtíðini.

Tað er tí, vit eru her.

Kundanøgdsemi í tølum
Á hvørjum ári leggja vit nógv arbeiði í at varðveita og økja um kundanøgdsemið. Hetta verður gjørt við støði í eini árligari kundakanning, ið gevur okkum eitt týðiligt innlit í tørvin hjá einstaka kundanum.