Kundatryggleiki og álit

Vit tæna føroyingum, og fólkið er hjartaslátturin í fyritøkuni. Tað er tískil umráðandi, at okkara kundar hava álit á okkum og kenna seg tryggar, tá teir brúka okkara vørur og tænastur. Tískil syrgja vit altíð fyri, at tryggleikin er í hásæti, samstundis sum vit stremba eftir at hava eitt skilligt og álitandi samskifti við okkara kundar. Hvør einstakur kundi skal kenna seg væl vegleiddan og kunnaðan, so hann fær allan ágóðan av okkara vørum upp á ein tryggan hátt.

Nærverandi kundasamskifti
Tá ið tað ræður um at tryggja ein tryggleika og eitt álit, er samskiftið við kundarnar eitt tað týdningarmesta amboðið. Vit arbeiða miðvíst við at tryggja eitt nærverandi og álitisfult kundasamskifti, sama um vit tosa ella skriva við kundan.

Íløga í økt kundanøgdsemi
Vit leggja stóran dent á kundanøgdsemi, ið vit gera íløgur í hvørt ár. Okkara mál er at veita ta bestu kundatænastuna, ið tekur hædd fyri tørvinum hjá tí einstaka brúkaranum og talgilda samfelagnum sum heild. Vit seta altíð kundan í miðdepilin í okkara virksemi, soleiðis at vit kunnu menna innanhýsis førleikar til at skapa einfaldar loysnir til frama fyri kundan.

KT-trygdarpolitikkur
So hvørt sum heimurin gerst alsamt talgildur, og alsamt fleiri tænastur verða fluttar út á internetið, veksur tørvurin á einum tryggum kervi, ið dataferðslan ferðast er á. Hetta er nakað, ið vit miðvíst arbeiða við og áhaldandi skipa virksemið hjá okkum eftir.

Talgildi Samleiki
Sum størsti leikarin á føroyska fjarskiftismarknaðinum meta vit, at tað er ein týdningarmikil leiklutur at vera við til at dríva og menna samfelagið innan samskiftisøkið. Tað gera vit millum annað við at vera ein aktivur viðleikari í verkætlanini “Talgildu Føroyar”, har ið vit í einum samtaki við Klintra standa fyri at menna ein føroyskan talgildan samleika.

Samstarv við Føroya Politi og Gjaldsstovuna
Vit eru við í nýggjum samstarvi við Føroya Politi og Gjaldstovuna um at betra KT-trygd í Føroyum. Orsøkin, at tað júst eru hesir tríggir partarnir, sum fara í eitt samstarv, er, at Gjaldstovan, sum er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, umsitur KT-trygdina í stórum parti av almenna KT- undirstøðukervinum.

Les meira um kundatryggleika og álit í frágreiðingini um samfelagstilvit her.