Nýtt í Telebúðini: Vit selja nú snildu tólini frá føroysku tøknifyritøkuni Nemlia. Tólini máta luftgóðsku, rørslu og elnýtslu, ávara um royk og ansa eftir hurðum og vindeygum í húsinum.
Ert tú stúrin um tíni kæru, sum búgva einsamøll og eru óhjálpin? Ella vilt tú tryggja títt heim við eini snildari og álítandi loysn, sum sendir tær fráboðanir og yvirlit beinleiðis á fartelefonina?
Tólini frá Nemlia máta luftgóðsku, rørslu og elnýtslu, ávara um royk og ansa eftir hurðum og vindeygum. Loysnin er sett saman við einum savnara, sum er hjartað í loysnini, og seks mátarum/varnarum.
Tað ber til at seta loysnina saman, soleiðis sum tað passar tær. Niðanfyri kanst tú lesa meira um tólini, og hvussu tú brúkar tey. Alt fæst til keyps í Telebúðini.

Savnari
Savnarin er hjartað í loysnini. Hann savnar og viðgerð dátur frá mátarunum og varnarunum og sendir tað beinleiðis til tín. Savnarin skal knýtast upp í tráðleysa internetið heima við hús.
2.149 kr.

Luftgóðskumátari
Er luftin rein og sunn heima við hús? Luftgóðskumátarin hevur eftirlit við VOC (volatile organic compound) fyri at tryggja, at tú hevur best hugsandi luftgóðsku, sum ikki er heilsuskaðilig.
749 kr.

Roykvarnari
Ert tú stúrin um eld og royk? Roykvarnarin ávarar um royk og eld, bæði tá tú ert heima og úti. Tú fært fráboðanir beinleiðis á fartelefonina, tá tú ert úti, og tá tú ert inni, er hann ein vanligur roykvarnari.
599 kr.

Tólmátari
Hvussu nógv el brúkar kaffimaskinan? Tólmátarin mátar elnýtsluna fyri einstøk tól, tú hevur í húsinum. Hann sendir fráboðanir, tá ið tól verður nýtt, og tað ber til at tendra og sløkkja tól við eindini.
529 kr.

Rørsluvarnari
Einsamalt barn ella hund í húsinum? Rørsluvarnarin varnast alla rørslu í húsinum, og tú fært fráboðanir beinleiðis á fartelefonina, tá ið rørsla er máld í umráðnum, har ið varnarin er settur upp.
499 kr.

Hurðavarnari
Er hurðin opin ella vindeyga ikki latið aftur? Hurðavarnarin kann setast upp á hurðar og vindeygu og sendir tær fráboðanir beinleiðis á fartelefonina, hvørja ferð hann mátar upplating og afturlating.
359 kr.
Les meira um Nemlia við at trýsta á búmerkið niðanfyri.