Tiltak við Sverra:

Miðvísi miðvingurin við stóra dreyminum

TILTAK: Mikukvøldið 22. september kl. 20 skipar Føroya Tele fyri forvitnisligum tiltaki við Sverra Sandberg Nielsen í høvuðssætinum Klingruni í Hoyvík. Tilmelding er neyðug.

Tróndur Arge setur Sverra stevnu, og miðvísi miðvingurin við stóra dreyminum fer at hugleiða og seta orð á tíðina áðrenn, undir og aftaná OL. Lena og Niclas spæla nøkur løg. Tiltakið er ókeypis, men talan er um avmarkað pláss. Vilt tú tryggja tær pláss, so kvika tær og melda til niðanfyri.

Gev gætur! Tá tú hevur fylt teigarnar út og trýst á melda til, fært tú kvittan fyri tilmeldingina á skerminum og í telduposti.