>> ÚT VIÐ <<

SUPPORT

Vilt tú hava breiðband í hvønn krók?
Tað krevur álítandi og dygdargóða loysn.
Bið um Báru og lat hana kanna og fáa skil á

Bið um Báru

Í dag er internetið allastaðni. Talið á tólum í hvørjum húsi er nógv vaksið, tí vit brúka internetið til snildfonina, á teldli, teldum og sjónvarpi. Vit lurta eftir tónleiki, hyggja at filmum og goyma myndir á internetinum, og tað krevur álítandi og dygdargott breiðband.

Tað er okkara uppgáva at tryggja, at húsarhald og fyritøkur fáa mest møguligt burturúr einum breiðbandshaldi, og tí veita vit tænastu, har ið vit koma út og eftirkanna breiðbandsloysnina, um dekningur og uppsetan ikki er nøktandi, tí av og á uppliva kundar ikki nøktandi breiðbandsferð, hóast einki er galið við linjuni.

Talan kann tí vera um onnur viðurskifti, ið ávirka sambandið. Bára Joensen er okkara supportari “út av húsinum”. Hon kannar breiðbandið, fær skil á og gevur tilmæli til loysnir, sum betra um støðuna.

Tilmælið inniheldur loysn og kostnað, og hetta verður gjørt fyri eina fasta upphædd. Harumframt bjóðar hon seg fram at gera neyðugu ábøturnar og installatiónirnar sambært tilmælinum.

Fyri privatkunda kostar kanning 390 krónur um tíman u/mvg + koyring.
Fyri vinnukunda kostar kanning 690 krónur um tíman u/mvg + koyring.

Tørvar tær hjálp?
Bílegg niðan fyri ella ring til Supportina á tel. 808080/2.
Supportin svarar mán.-frí. kl. 8-20 og ley. kl. 8-18.