Hvussu broyti eg loyniorðið á mínum telduposti frá Føroya Tele?

Um tú til dømis hevur eina mail.fo, email.fo, olivant.fo ella aðra teldupostaddressu, sum er frá Føroya Tele, so broytir tú loyniorðið soleiðis:

1. Far inn á ‘webmail.olivant.fo‘.

2. Skriva teldupostbústaðin.

3. Trýst á ‘Víðari’/’Next’.

4. Skriva loyniorðið.

5. Set prikkin í ‘Minst til mín’/’Keep me signed in’, um kagarin skal minnast til loyniorðið.

6. Trýst síðani á ‘Rita inn’/’Sign in’.

7. Trýst á myndina ovast í høgra horni og síðani á ‘Møguleikar’/’Options’.

8. Trýst síðani á ‘Broyt loyniorð’/’Change password’.

9. Skriva gamla loyniorðið.

10. Skriva nýggja loyniorðið.

11. Endurtak nýggja loyniorðið.

Tú kanst trýsta á info-teknið (i) fyri at síggja krøvini til loyniorðið.

12. Trýst á ‘OK’.

Næstu ferð tú ritar inn brúkar tú títt nýggja loyniorð.