Hvussu uppseti eg fastan móttakara?

Hevur tú vanliga heimatelefon, kanst tú kota hana til at ringja til ávíst nummar, tá ið hornið verður lyft. Skipanin við føstum móttakara kann vera hent hjá smábørnum og gomlum.

Hevur tú kotað ávísa nummarið inn, ringir telefonin til tað nummarið av sær sjálvum, tá ið hornið er tikið av, og fimm sekund eru farin. Ætlar tann, ið tekur hornið av, at ringja til eitt annað nummar, skal viðkomandi bara trýsta á onkran knøtt, áðrenn tey fimm sekundini eru farin.

Fastur móttakari kostar 15 kr. um mánaðan, og 80 kr í stovning.

Seta tænastuna til:
– Lyft hornið og bíða eftir tóna
– Trýst *53* – Trýst tað fasta nummarið
– Trýst # – Talitólið gevur tær boð
– Legg hornið á

Kanna støðuna:
– Lyft hornið og bíða eftir tóna
– Trýst *#53*
– Talitólið gevur tær boð
– Legg hornið á

Strika tænastuna:

– Lyft hornið og bíða eftir tóna
– Trýst #53#
– Talitólið gevur tær boð
– Legg hornið á

Broyta fasta nummarið:
– Lyft hornið og bíða eftir tóna
– Trýst *53*
– Trýst nýggja fasta nummarið
– Trýst # – Talitólið gevur tær boð – Legg hornið á

Flokkað undir: