Hvat merkja øll ávaringateknini í Skíggjafrí?

Tá ið tú brúkar Skíggjafrí, so koma ymisk ávaringatekn til sjóndar. Her er eitt frágreiðing um hvørt einstakt tekn:

  • Hetta teknið   merkir, at tú ikki ert ritaður inn á Mítt Ver-appina á eindini, sum hevur telefonnummarið. Tak appina niður á telefonina, ið eigur telefonnummarið og rita inn.
  • Hetta teknið   merkir, at tú ikki ert innritaður á Mítt Ver-appini, meðan tú hevur samband við Wi-Fi heima.
  • Hetta teknið   merkir, at eigarin av haldinum brúkar eina iPhone, ið tíverri ikki riggar á Skíggjafrí í løtuni, og tískil ber tað ikki til at sløkkja og tendra fyri farnetinum (4G). Hetta skyldast einum feili í tólbúnaðinum hjá Apple og hevur einki við Føroya Tele at gera.
  • Hetta teknið   merkir, at eigarin av haldinum brúkar eina iPhone, ið tíverri ikki riggar á Skíggjafrí í løtuni, og tískil ber tað ikki til at sløkkja og tendra fyri farnetinum (4G) – sí omanfyri. Harumframt merkir teknið, at tú ikki ert innritaður á appini, meðan tú hevur samband við títt breiðband, ella at tú hevur breiðband frá tínum arbeiðsgevara og líknandi.