Internet í hvønn krók

Hví?

Í dag er internetið allastaðni. Vit brúka internetið til snildfonina, á teldli og teldum, og talið á tólum í hvørjum húsi er nógv vaksið. Vit lurta eftir tónleiki, hyggja at filmum og goyma myndir á internetinum, og tað krevur eitt álítandi og dygdargott breiðband.

Tað er okkara uppgáva at tryggja, at føroysku húsini fáa mest møguligt burturúr einum breiðbandshaldi, og tí veita vit breiðbandskundum eina tænastu, har ið vit koma heim til tey og eftirkanna breiðbandsloysnina, um tey ikki hava nøktandi dekning.

Av og á uppliva kundar, at teir ikki fáa eina nøktandi breiðbandsferð, hóast einki er galið við linjuni, og beinarin riggar, sum hann skal. Talan kann tí vera um ymisk onnur viðurskifti, ið ávirka tráðleysa sambandið heima við hús.

Hvat og hvussu?

Heimaloysnir við Bjarna Enghamar á odda bjóðar seg fram at eftirkanna og betra um heimaloysnina. Vit gera eina kanning av breiðbandinum í húsinum og geva kundum eitt tilmæli til loysnir, sum kunnu betra um støðuna.

Tilmælið inniheldur eina loysn og kostnað, og hetta verður gjørt fyri eina fasta upphædd. Harumframt bjóða vit okkum fram at gera neyðugu ábøturnar og installatiónirnar sambært hesum tilmæli.

Ein kanning av breiðbandsloysnini í einum sethúsi kostar 300 krónur. Tekur tú síðan av einum tilboði upp á eina loysn av trupulleikanum, er kanningin við í prísinum.

Bílegg eina tíð

Um tú hevur trupulleikar við breiðbandinum, so ert tú vælkomin at ringja til okkara support á 808080 og avtala eina nærri kanning av tínum bústaði, ella útfyll frymilin niðanfyri, so seta vit okkum í samband við teg.

Far til keypskurv

Leita