Hvussu skifti eg veitara á míni iPhone?

Henda vegleiðingin er gjørd við iOS 12.0.

 

1. Far inn á Indstillinger/Settings

 

2. Vel Mobilnetværk/Mobile Data. (Hevur tú iOS 11 ella eina eldri versión, skalt tú velja Operatør/Carrier og síðani hoppa til stig 4)

 

3. Far síðani inn á Mobilnetværk/Mobile Network.

 

4. Sløkk Automatisk/Automatic. Telefonin vísir allar veitararnir hon finnur og tú kanst nú velja ein veitara manuelt. Hetta kann ikki gerast meðan tosað verður í telefonini.

GG: Tað er umráðandi at broyta til Automatisk/Automatic aftur, tí annars virkar telefonin ikki, um man ferðast til eitt annað land.