Apple umvæling

Nú veitst tú, hvar tú skalt fara! Vit hava gjørt tað púra ómakaleyst fyri teg at umvæla títt Apple tól. Einki putl, einki fjas. Tí vit eru nú eitt góðkent Apple verkstað, og soleiðis fært tú tryggjað tær, at umvælingin verður gjørd til fulnar og undir skipaðum umstøðum.

Kunna teg um prísirnar, ið tað kostar tær at umvæla títt Apple tól hjá okkum, við at velja eina vøru niðanfyri.

Telebúðin er miðdepilin
Er óhappið úti, er tað í Telebúðina, at tú skalt fara við tólinum. Vit hava Telebúðir í Havn, Klaksvík, Saltangará og á Tvøroyri. Í Telebúðini kanna vit trupulleikan við at seta tólið til eina skipan, sum kannar ritbúnaðin. Er talan um sjónlig brek, so sum skíggjabrot ella eitthvørt brek á tólbúnaðinum, er ikki neyðugt at seta tólið til eina skipan. Sama um talan er um rit- ella tólbúnað, so er mannagongdin tann sama. Tá ein tænastu- og/ella kostnaðarmeting er gjørd, verður tólið avhendað av kunda til umvæling hjá Føroya Tele.

Umvælingartíðin er ymisk alt eftir, hvat brekið er. Alt hetta fært tú nærri kunning um í Telebúðini, tá tú kemur inn við tólinum.

Far til keypskurv

Leita