Starvsfólk til Fíggjardeildina á Føroya Tele

Føroya Tele søkir eftir einum dugnaligum og framsóknum starvsfólki til Fíggjardeildina at arbeiða við greiningum, rapportering og roknskapi.

Á Fíggjardeildini arbeiðir tú tætt saman við leiðsluni á Føroya Tele, og tú fært eitt breitt innlit í fíggjarstýringina í samtakinum. Tú fært eitt spennandi starv í einum framfýsnum og óformellum umhvørvi, har áherðsla verður løgd á samstarv og álit.

Starvsinnihald

Fíggjardeildin fyrireikar og formar fíggjarliga grundarlagið undir avgerðum, greinar og tilevnar frágreiðingar, fylgir upp og ráðgevur í Føroya Tele samtakinum.

Saman við starvsfeløgunum á Fíggjardeildini fert tú millum annað at arbeiða við:

  • fíggjarligum greiningum og frágreiðingum
  • virkisætlanum og átøkum
  • mánaðarroknskapi og frágreiðingum til stjórn og nevnd felagsins
  • fíggjarætlanum og framskriving av inntøkum
  • uppgávum mótvegis eftirlitsmyndugleikum

Umframt hetta, loysir tú uppgávur fyri samtaksleiðsluna saman við øðrum deildum á Føroya Tele.

Um teg

Tú ert útbúgvin cand.merc., cand.polit., cand.oecon ella innan líknadi fakgrein. Nýliga útbúgvin og lesandi, sum eru við at verða liðug, eru vælkomin at søkja starvið. Persónar við góðum royndum innan fíggjarstýring og greiningar eru eisini vælkomin at søkja.

Tú skalt vera før/ur fyri at greina í smálutum, taka samanum og gera niðurstøður. Harumframt er tað ein fyrimunur, um tú hevur royndir og áhuga innan bókhald og fíggjarstýring.

Tað er av týdningi, at tú hevur áhuga fyri KT og vil læra teg tey amboð, sum eru neyðug fyri at røkja starvið. Amboðini, ið arbeitt verður við, eru millum annað Microsoft Business Central, Jet Analytics, Power-Bi og Excel.

Sum partur av Fíggjardeildini hevur tú samband við nógvar starvsfelagar, og tí ynskja vit okkum ein starvsfelaga, ið er  tænastusinnað/ur og kann samstarva og samskifta breitt í samtakinum.

Starvs- og lønarviðurskifti

Á Fíggjardeildini starvast tríggir fíggjarfrøðingar og fíggjarstjórin. Vit kunnu bjóða eitt spennandi og fjølbroytt starv, har góðir møguleikar eru fyri fakligari og persónligari menning. Setanarviðurskifti og løn verða ásett eftir nærri avtalu, og starvið verður sett skjótast gjørligt.

Umsókn og freist

Umsókn við lívsrensli og avrit av viðkomandi skjølum skulu vera Føroya Tele í hendi í seinasta lagi mikudagin 8.  juli 2020 kl. 12.00 umvegis leinkið á høgra bredda.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Símun Skaalum, fíggjarstjóra, á telefon 303104 ella á teldupost simun@ft.fo. Eisini ber til at venda sær til Starvsfólkadeildina á telefon 303007.

Føroya Tele samtakið fevnir umframt móðurfelagið, um dótturfeløgini FT Samskifti, NET, Shefa og Televarpið. Omanfyri 190 fólk starvast í samtakinum og fjølbroyttir førleikar eyðmerkja starvshópin.