Skipanarumsitari til Føroya Tele

Fært tú stjørnur í eyguni, tá ið tú sært orð sum VMWare Virtualisering, Linux/Unix/Windows, Veeam Backup og IP-routing/switching? Gott! So ert tú rætti umsøkjarin. Á deildini Data stendur ein tómur stólur, tí fyri stuttum søgdu vit farvæl við ein ordans pressara. Einki press! Vit hava stórar vónir til tín.

Starvið er týdningarmikið tí – umframt at luttaka í dagliga rakstrinum á deildini – kemur tú at hava ábyrgdina av:

  • Nýuppsetan og rakstri av IP-kervi innan breiðband og fartelefon
  • Virtuellari pallhýsing
  • Internettænastum sum DNS, DHCP og Email

Data er ein partur av Tøkni og harvið knýtt at einum stórum og framskygdum tøkniligum umhvørvi á Føroya Tele. Data knýtir alla dataferðslu innan- og uttanlands og umsitur kjarnunetið og tænastur innan internet og farnet. Á deildini arbeiða jalig og dugnalig starvsfólk, sum virða samstarv og hvønn annan, og vit kunnu tískil ikki lata vera við at ímynda okkum, at tú eisini:

  • Ert jalig/ur
  • Dugir væl at samskifta
  • Virðir tætt samstarv

Arthur B. Olsen er deildarleiðari, og hann er altíð tøkur at tosa ella skriva, um tú brellast eftir at hoyra meira. Hann er at hitta á tel. 24 33 92 og t-post abo@ft.fo.

Freistin at søkja er sunnudagin 7. juni, og starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Arbeiðsstaðurin er í høvuðssætinum í Hoyvík, og løn er sambært viðkomandi sáttmála.

Søk starvið her.