1 Handverkari til Palliba og Marsannu

Palliba og Marsanna* hava snildfon, teldil og teldu. Palliba surfar, googlar og youtubar, meðan Marsanna elskar Spotify, Netflix og Dropbox. Tey hava eitt hús, men átta tól. Tað krevur støðugt internet, tí latum okkum heldur ikki gloyma Palliba yngra, sum geymar í kjallaranum, og lítlu Marsannu, sum tik tokar uppi á loftinum.

Palliba vil upp í ferð, men Marsanna vil hava internet í hvønn krók. Hon heldur, at tey hava nokk av interneti, men at dekningurin í húsinum er svikaligur. Tey hava brúk fyri hjálp, og tað er her, at tú kemur inn á banan.

Vit høvdu ein handverkara av eini aðrari verð, spyrt tú okkum. Hann kom, sá og sigraði hvørjaferð, boð vóru eftir honum. Jú, Palliba og Marsanna elskaðu hann, men nú leita tey eftir tær.

Sum tøkniligur handverkari á Føroya Tele verður tað títt arbeiði at seta Palliba og Marsannu í miðdepilin – í bókstavligari merking. Tú verður okkara “maður” úti á markini, tá ið tey rópa um hjálp. Í stuttum skalt tú veita loysnir, so øll húsarhald fáa sum mest burturúr sínum breiðbandi.

Vit ímynda okkum, at tú ert útlærdur handverkari, elektrikkari ella hevur aðra viðkomandi, fakliga bakgrund. Bara tú dugir at draga og skoyta kaðlar og bora fyri og seta modelarstikk upp. Tá ið tað er sagt, so er tað ein avgjørdur fyrimunur, at tú:

  • Hevur grundvitan um og áhuga í interneti og beinarum
  • Ert forvitin í nýggjari tøkni
  • Kanst traðka til í Supportini eftir tørvi
  • Ert tænastusinnað/ur og fyrikomandi
  • Raðfestir gott samstarv og samskifti

Gev gætur! Tað er eitt krav, at tú hevur koyrikort og kanst vísa á eina reina revsiváttan.

Freistin at søkja starvið er sunnudagin 21. juni 2020, og starvið verður sett skjótast gjørligt. Anita Drewsen er deildarleiðari í Supportini, og hon er altíð sinnað at tosa og skriva, um tú vilt vita meira um starvið. Hon hevur tel. 243403 ella t-post adr@ft.fo.

Arbeiðsstaður er í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík, men arbeiðið er allar Føroyar. Løn er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið galdandi fyri Føroya Tele.

Søk starvið her.

 

*Palliba og Marsanna eru nøvn, ið verða nýtt um tann vanliga føroyingin. (sprotin.fo)