Handilslærlingar til Føroya Tele

Vit sóknast eftir handilslærlingum til eitt lærupláss í Telebúðunum í Havn og eitt lærupláss í Telebúðini í Klaksvík. Sum lærlingur fært tú eitt tætt samband við viðskiftafólk, og tískil er tað umráðandi, at tú trívist væl í støðuni at veita ein góða kundatænastu.

Føroya Tele er ein framsøkin fyritøka, og hetta kemur eisini at seta sín dám á tína lærutíð. Tú mennir teg bæði fakliga og persónliga, men fyrst og fremst skalt tú altíð seta kundan í miðdepilin, tá ið tú gevur ráð, selur vørur og tænastur og setur tøkni upp fyri kundan. Vit vænta, at tú:

  • Dugir væl at samskifta við kundar og starvsfelagar
  • Ert íðin og vilt veita eina góða kundatænastu
  • Setur tær fyri at náa ásettum málum
  • Ert forvitin í nýggjari tøkni
  • Ynskir at læra og fáa royndir innan sølu, tøkni og KT-skipanum
  • Raðfestir gott samstarv
  • Hevur lokið FHS-, HH-, HIF-, HF- ella studentsprógv

Í lærutíðini arbeiðir tú í Telebúðunum, umframt at tú tekur skúlaskeið á Glasi. Lærutíðin er treytað av miðnámsútbúgvingini, tú hevur lokið. Lærutíðin er 2 ár við HH-prógvi, 2 ½ ár við HF-, HIF-, HTX- ella studentsprógv og 3 ár við FHS-prógvi.

Freistin at søkja læruplássini er mikudagin 8. juli. Læruplássini verða sett eftir nærri avtalu, og løn er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið galdandi fyri Føroya Tele.

Søk læruplássið í Havn her.

Søk læruplássið í Klaksvík her.

Samrøður verða gjørdar so leypandi, og fleiri upplýsingar um læruplássini fáast við at venda sær til:

  • Búgva Hentze Thomsen, bólkaleiðari í Havn, tel. 243415 ella bht@ft.fo
  • Borghild Tróndardóttir, bólkaleiðari í Klaksvík, tel. 243448 ella borghild@ft.fo

Vit gleða okkum at frætta frá tær.

Føroya Tele samtakið fevnir umframt móðurfelagið, um dótturfeløgini FT Samskifti, NET, Shefa og Televarpið. Omanfyri 190 fólk starvast í samtakinum og fjølbroyttir førleikar eyðmerkja starvshópin.