Ert tú okkara nýggi skrivstovulærlingur?

Ynskir tú at útbúgva og menna teg innan sølu og fyrisiting? Kanska ert tú rætti umsøkjarin til eitt spennandi og avbjóðandi lærupláss hjá okkum. Lærutíðin byrjar í august 2019.

Kundatænastan á Føroya Tele leitar eftir einum skrivstovulærlingi, ið brennir fyri sølu, kundarøkt og fyrisiting. Vit kunnu bjóða tær eitt læruríkt lærupláss í einari fyritøku, ið strembar eftir tindunum og ynskir at vera fremst á øllum økjum. Arbeiðsdagurin er myndaður av fjølbroyttum uppgávum, ið allar hava til felags, at tær seta kundan í fremstu røð.

Í lærutíðini skiftir tú millum at starvast á Kundatænastuni og vikuliga skúlagongd á Glasi. Tú verður partur av einum góðum og dugnaligum toymi, ið fer at geva tær nærlagda vitan og kunnleika um øll okkara produktir, tænastur og skipanir.

Umframt dagligar, viðkomandi uppgávur í lærutíðini, verður serligur dentur lagdur á kundarøkt og sølu umvegis telefon og at loysa fyrispurningar og kundamál. Skrivstovuútbúgvingin leggur góðar lunnar undir bæði fakliga og persónliga menning undir góðum arbeiðsumstøðum í einum opnum skrivstovulandslagi.

Vit vænta, at tú:

  • Brennir fyri sølu og kundatænastu
  • Hevur eyga fyri sølumøguleikum og proaktivt søkir hesar
  • Ert sjálvstøðug/ur og ábyrgdarfull/ur
  • Ert eldhugað/ur og hevur áhuga at seta teg inn í nýggja tøkni
  • Ert effektiv/ur og íðin at røkka ásettum málum
  • Ert tænastusinnað/ur og dugir væl at samskifta
  • Ert væl fyri málsliga og dugir væl at skriva og orða teg á føroyskum
  • Hevur lokið miðnámsútbúgving ella hevur aðrar viðkomandi royndir

Lærutíðin er:

  • 3 ár við FHS-prógvi
  • 2½ ár við students- HF,  HIF ella HTX-prógvi
  • 2 ár við HH-prógvi

Starvsstaður er Kundatænastan í Klingruni í Hoyvík. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið, galdandi fyri Føroya Tele. Starvið verður sett 1. august 2019 ella eftir nærri avtalu.

Umsókn og freist
Tað er heilt upp til tín, um tú snikkar saman umsóknina sum tekstur ella filmsbrot – einasta krav er, at lívsrensl og avrit av øðrum viðkomandi skjølum verða viðheft.

Freistin at søkja læruplássið er 4. juni 2019, og tú kanst søkja her.

Ynskir tú at hoyra meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Anitu Drewsen, deildarleiðara, á telefon 24 34 03 ella á t-post adr@ft.fo. Tú kanst eisini venda tær til Starvsfólkadeildina á sfd@ft.fo ella telefon 24 30 06.