Ert tú okkara nýggi húsavørður?

Ynskir tú at gerast partur av spennandi og fjølbroytta starvshópinum á Net? Vit sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum húsavørði til Byggideildina.

Um starvið
Starvið fevnir um fjølbroyttar uppgávur bæði innan- og uttandura. Uttandurauppgávur mynda vanligt viðlíkahaldsarbeiði umframt at tryggja, at umhvørvið kring bygningarnar hjá Føroya Tele er væl røkt og snøgt. Innandura eru uppgávurnar m.a. viðlíkahaldsarbeiði av bygningum og innbúgvi.

Yvirskipað mynda uppgávurnar millum annað:

  • Grassláing kring bygningar
  • Viðlíkahald innan og uttan
  • Burturbeinan av ruski
  • Praktisk viðurskifti í samband við tiltøk hjá Føroya Tele

Um teg
Vit ímynda okkum, at tú hevur:

  • Góð handalig evnir (handverkaraútbúgving er ein fyrimunur, men ikki eitt krav)
  • Eyga fyri smálutum og er forvirkin at loysa uppgávur
  • Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt
  • Góð samstarvsevnir
  • Ágrýtni, ídni og er røkin
  • Koyrikort
  • Rein revsuváttan er ein treyt

Harumframt er teldukunnleiki ein greiður fyrimunur.

Setanartreytir
Starvsøkið er um alt landið, tó við uppmøtingarstað í Klingruni í Hoyvík.
Starvið verður sett 1. apríl 2019 ella eftir nærri avtalu. Løn er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið galdandi fyri Føroya Tele.
Umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 10​. februar 2019 og skulu sendast inn her.

Ynskir tú at hoyra meira um starvið?
Brian Rasmussen er leiðari á Byggideildini og er tøkur á tel. 243651 og á bra@ft.fo.​

Um Byggideildina
Byggideildin rekur og viðlíkaheldur allar bygningar hjá samtakinum. Bygningarnir, sum eru um 150 í tali, eru skrivstovu- og goymslubygningar, tøknihús og Telebúðir. Á Byggideildini starvast frammanundan 9 starvsfólk. Ábyrgdarøkið hjá Byggideildini er fjøltáttað og fevnir m.a. um:

  • Rakstur og viðlíkahald av bygningum og uttanduraøkjum hjá Føroya Tele
  • Brandtrygdarskipanir
  • El-installatiónir
  • No-break og short-break
  • HVS og køling
  • Montering av tekniskari útgerð
  • Reingerð og kantinudrift