Ert tú okkara nýggi handilslærlingur?

Vit leita eftir einum dugnaligum handilslærlingi til Telebúðir okkara í høvuðsstaðnum og á flogvøllinum. Brennir tú fyri sølu, tøkni og góðari kundatænastu? So hevur tú nú møguleika at gerast partur av einum spennandi og læruríkum sølutoymi.

Vit kunnu bjóða tær eitt avbjóðandi lærupláss í einari fyritøku, ið strembar eftir tindunum og ynskir at vera fremst á øllum økjum. Arbeiðsdagurin hjá tær verður myndaður av fjølbroyttum uppgávum, ið allar hava til felags, at tær seta kundan í miðdepilin.

Tú fært tú eina spennandi lærutíð í einum framskygdum umhvørvi, ið leggur lunnar undir bæði fakliga og persónliga menning. Gerandisdagurin fevnir í stóran mun um kundaráðgeving, sølu av vørum og tænastum, skráseting av tænastum og at seta upp tøkni fyri kundar.

Vit vænta, at tú:

  • Brennir fyri sølu og góðari kundatænastu
  • Hevur eyga fyri sølumøguleikum og proaktivt søkir hesar
  • Ert eldhugað/ur og hevur áhuga fyri nýggjastu tøknini
  • Ynskir at fáa royndir innan tøkni og tøkniligar skipanir
  • Ert tænastusinnað/ur og dugir væl at samskifta
  • Hevur góð samstarvsevnir og røkkir ásettum málum
  • Hevur lokið FHS-, HH-, HIF-, HF- ella studentsprógv

Handilslæran er myndað av dagligum arbeiði í Telebúðunum og trimum skúlaskeiðum á Glasi ella í Danmark. Longdin á lærutíðini er tengd at miðnámsútbúgving tínari og er:

  • 2 ár við HH-prógvi
  • 2 ½ ár students-, HF- HIF- ella HTX-prógvi
  • 3 ár við FHS-prógvi

Løn er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið, galdandi fyri Føroya Tele. Starvsstaðurin verður ávikavist í Telebúðini í Hoyvík, Telebúðini í miðbýnum og nýggju Telebúðini á flogvøllinum. Starvið verður sett sum skjótast ella eftir nærri avtalu.

Umsókn og freist
Ljóðar hetta sum nakað fyri teg? Tað er heilt upp til tín, um tú snikkar saman umsóknina sum tekstur ella filmsbrot – einasta krav er, at lívsrensl og avrit av øðrum viðkomandi skjølum eru viðheft.

Freistin at søkja læruplássið er 4. juni 2019, og tú kanst søkja her.

Ynskir tú at hoyra meira um læruplássið, kanst venda tær til Janus Poulsen, deildarleiðara, á tel. 24 34 01 ella jpo@ft.fo. Tú ert eisini vælkomin at seta teg í samband við Starvsfólkadeildina á sfd@ft.fo ella á tel. 24 30 06.