Avloysari til Telebúðina í Saltangará

Hevur søla, tøkni og góð kundatænasta tín áhuga? So kanst tú gerast partur av dugnaliga sølutoyminum í Telebúðini í Saltangará. Vit leita eftir einum avloysara, ið kann arbeiða seinnapartar aðruhvørja viku, skiftandi leygardagar, til søluátøk og annars eftir tørvi.

Sum avloysari fært tú somu ábyrgdarøki, sum restin av telebúðartoyminum. Hesi fevna í stóran mun um ráðgeving, sølu av vørum og tænastum, uppseting av tøkni fyri kundan umframt alt vanligt handilsarbeiði.

Útbúgving og royndir eru ikki avgerandi fyri okkum, men heldur førleikar at møta kundanum og síggja virði í at virka væl í einum tøttum og dugnaligum sølutoymi. Vit ímynda okkum, at tú hevur áhugað at mennast innan sølu og kundatænastu, og harumframt ynskir at fáa royndir innan tøkni og tøkniligar skipanir. Eingin dagur er líka í Telebúð okkara, og vit møta hvønn dag fjølbroyttum kundatypum og kundatørvum. Tí er eisini umráðandi, at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, og hevur dirvið at tosa við og selja til kundar.

Starvsumstøður og lønarviðurskifti
Telebúðin hevur opið allar vanligar handilstíðir, og starvstaðurin er Heiðavegur 21 í Saltangará. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið fyri Føroya Tele.

Freist og samband
Um hetta ljóðar sum eitt starv fyri teg, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn við lívrensli og viðkomandi skjølum.

Tú kanst søkja starvið her í seinasta lagi mikudagin 20. november.

Ynskir tú at hoyra meira?
Um tú ynskir at hoyra meira um starvið, kanst tú venda tær til Borghild Tróndardóttir, Telebúðarleiðara, á tel. 24 34 48 ella borghild@ft.fo. Tú ert eisini vælkomin at seta teg í samband við Starvsfólkadeildina á sfd@ft.fo ella á tel. 24 30 06.