OSS

Ofta spurdir spurningar

Hvat kann eg tendra og sløkkja fyri við Skíggjafrí?

Tú kanst tendra og sløkkja fyri farnetinum (4G) á øllum fartelefonhaldunum, sum eru knýtt saman og skrásett á tíni Ver-kontu.

Hvat kostar Skíggjafrí?

Skíggjafrí er ein ókeypis tænasta til allar Ver-kundar, ið hava hug at gera nyttu av tænastuni.

Hvat krevst fyri at brúka Skíggjafrí?

Fyri at fáa fullan ágóða av tænastuni Skíggjafrí á Mítt Ver krevst, at tú hevur Ver-fartelefonhald.

Hvat merkja øll ávaringateknini í Skíggjafrí?

Tá ið tú brúkar Skíggjafrí, so koma ymisk ávaringatekn til sjóndar. Her er eitt frágreiðing um hvørt einstakt tekn:

  • Hetta teknið   merkir, at tú ikki ert ritaður inn á Mítt Ver-appina á eindini, sum hevur telefonnummarið. Tak appina niður á telefonina, ið eigur telefonnummarið og rita inn.
  • Hetta teknið   merkir, at tú ikki ert innritaður á Mítt Ver-appini, meðan tú hevur samband við Wi-Fi heima.
  • Hetta teknið   merkir, at eigarin av haldinum brúkar eina iPhone, ið tíverri ikki riggar á Skíggjafrí í løtuni, og tískil ber tað ikki til at sløkkja og tendra fyri farnetinum (4G). Hetta skyldast einum feili í tólbúnaðinum hjá Apple og hevur einki við Føroya Tele at gera.
  • Hetta teknið   merkir, at eigarin av haldinum brúkar eina iPhone, ið tíverri ikki riggar á Skíggjafrí í løtuni, og tískil ber tað ikki til at sløkkja og tendra fyri farnetinum (4G) – sí omanfyri. Harumframt merkir teknið, at tú ikki ert innritaður á appini, meðan tú hevur samband við títt breiðband, ella at tú hevur breiðband frá tínum arbeiðsgevara og líknandi.
Hví kann eg ikki tendra og sløkkja fyri einum ella fleiri haldum í Skíggjafrí?

Fyri at kunna tendra og sløkkja fyri haldum á tíni Ver-kontu, mást tú rita inn á Mítt Ver á hvørja einstaka telefon og rita inn við telefonnummarinum, sum er á hesi telefon. Soleiðis gert tú:

  • Rita inn á https://ver.ft.fo/login.
  • Tá ið tú hevur tikið appina niður, er tað umráðandi, at tú ritar inn við telefonnummarinum, sum er í telefonini. Hetta gert tú við at fylgja vegleiðingini.
Ávirkar Skíggjafrí ferðina á netinum?

Nei, Skíggjafrí ávirkar ikki ferðina á netinum, uttan so at tú sløkkir fyri farnetinum (4G LTE) og breiðbandinum. Tá hava eindirnar einki samband við internetið.