MÍTT VER

NÚ SUM APP

SKRULLA OG LES UM APPINA.

APPIN MÍTT VER

Vit hava ment eina nýggja app til Mítt Ver. Appin ger tað uppaftur lættari hjá tær at avgreiða tíni viðurskifti á Ver. Á hesi síðu kanst tú lesa meira um hentleikarnar í appini, sum kann takast ókeypis niður á App Store til iOS ella Google Play til Android.

 

HETTA KANN APPIN

Longu nú eru nógvir hentleikar á Mítt Ver appini, sum gera tað lætt og skjótt hjá tær at umsita tíni viðurskifti á Ver.

Fylg við

Fylg við tíni nýtslu og fá eitt greitt yvirlit yvir tíni fartelefon- og breiðbandshald.

Broyt hald

Løtt atgongd til at broyta fartelefonhald, tá tær lystir.

Fyll á

Fyll eyka data á títt fartelefonhald ella pening á tína Ver-kontu.

Tá tú ferðast

Tendra og sløkk fyri VerSumHeima og Víðkað Reiking.

SIM-kort

Síggj allar upplýsingar um títt SIM-kort – íroknað PIN- og PUK-kotu.

Kvittanir

Síggj kvittanir og tak PDF-fílur niður, tá tú gert eitt keyp.

- OG MEIRA ER Á VEG

Hetta er bara byrjanin, tí appin verður ment so við og við, so tú framyvir kanst avgreiða uppaftur fleiri viðurskifti á appini. Gleð teg millum annað til hetta:

• Stovna fleiri hald.
• Stovna og broyta breiðband.
• Stovna og broyta farbreiðband.

• Rita inn við teldupostbústaði.
• Fáa beinleiðis fráboðanir.
• Broyta rættindi.

 

Tak appina niður til iOS ella Android:

Far til keypskurv

Leita