Fastnet til vinnuna

Vit bjóða fleiri ymiskar telefonloysnir á fastnetøkinum; alt frá stórum vekslaraloysnum til Nettalu og vanligt fastnet. Hartil er eisini gjørligt at útbyggja telefonloysnina við øðrum skipanum sum t.d. Totalview, sum gevur yvirlit yvir øll starvsfólk. Vilt tú hava nærri kunning um fastnet, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Vinnudeildina.

Nettala

Ein nýmótans telefonskipan, ið gevur rætta sambandið við kundar og starvsfólk.

Nettala er ein hýst telefonloysn, ið gevur fyritøkuni møguleika at avgreiða allar telefonsamrøður gjøgnum netið. Nettala er ein fleksibul loysn, sum kann sameinast við borðtelefonir, tráðleysar telefonir, softphones og fartelefon.

Nettala hevur eisini hópin av hentleikum, sum til dømis stórar møguleikar innan boðklivatænastur, kallsøgu, samring og øðrum.

Fyrimunir
Nettala er ein framtíðartryggjað loysn, har tað er ein lágur byrjanarkostnaður og síðani eitt fast mánaðargjald. Eftirfylgjandi kann skipanin tillagast tørvinum hjá virkinum, alt eftir um virkið økir ella minkar virksemi. Tí verður ikki neyðugt við nýíløgu ella vandi fyri at gera óneyðuga íløgu.

Trygd
Nettala er ein trygg skipan, við høgari talugóðsku. Vit tryggja góðskuna á talu við at avseta ein part av breiðbandinum at verða til talu. Hetta tryggjar, at tala altíð hevur hægstu raðfesting á netinum.

Tørvur 
Nettala er vælegnað til flest allar fyritøkur, tí skipanin kann vaksast og minkast eftir tørvi. Nettaluloysnir, sum koyra í dag, eru t.d. fyritøkur, sum eru landafrøðiliga spjaddar, millum reiðarí og skip, ella har fyritøkan hevur fleiri høvðusnummur og eina móttøku at taka øll køll.

Totalview

Totalview er ein skipan, ið verður nýtt saman við Nettalu, og hon hevur nógvar fyrimunir, ið virkið kann fáa stóra gleði av.

Við Totalview verður eitt kall avgreitt í einum, soleiðis at til ber hjá tí, sum tekur telefonina, at síggja, hvør á virkinum kann taka ímóti kallinum. Til ber at síggja um viðkomandi er inni, upptikin, ella um tosað verður í telefon. So nú er einki við at senda fólk runt í skipanini, til ein er, ið ikki svarar.

Hetta hevur við sær betri kundatænastu og nøgdsemi, betri arbeiðsumhvørvi hjá starvsfólkum, umframt at telefonsamskiftið sum heild verður meira effektivt.

Innanhýsis í virkinum er skipanin eisini eitt hent amboð, tí starvsfólkastøða sæst á øllum starvsfólkum. Arbeiðsfelagar eru bert eitt klikk burtur, innanhýsis umstillingar eru nærum óneyðugar, umframt at til ber at hava ein persónligan kall-log, har til ber at síggja mist kall umframt inn- og útgangandi kall.

Vinnudeildin

Tel. 303370

Rúni Nolsøe

Key Account Manager
Produktdeildin, Key Account Managers, Management
tel.. 30 33 72
mobile 24 33 72
email runi@ft.fo

Arnfinn Langgaard

Key Account Manager
Key Account Managers
tel.. 30 33 77
mobile 24 33 77

Eiler Rasmussen

Key Account Manager
Key Account Managers
tel.. 30 33 75
mobile 24 33 75

Fríðgerð M. Ellefsen

Key Account Manager
Key Account Managers
tel.. 30 33 71
mobile 24 33 71
email fme@ft.fo

Levi Tróndarsson Nybo

Key Account Manager
Key Account Managers
tel.. 30 33 76
mobile 24 33 76
email levi@ft.fo

Oddmar á Lakjuni

Vinnuráðgevi
Key Account Managers
tel.. 30 33 88
mobile 24 33 88
email ola@ft.fo

Onnur vinnuhald


Breiðband

Sjónet

Fartelefon