This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.

eSIM til vinnuna

Hvat er eSIM?
Nýggjasta ættarliðið av SIM-kortum, eSIM, vindur upp á seg, nú alsamt fleiri snildfonir á marknaðinum eru førar fyri at brúka nýggju tøknina. Vit bjóða eSIM til vinnukundar.
eSIM er í stuttum ein SIM-kortflís, sum er bygt innan í snildfonini. Við nýggju SIM-tøknini ber til at hava eSIM í staðin fyri eitt klassiskt SIM-kort ella at sameina eitt eSIM við klassiska SIM-kortið, og á tann hátt hava tvey virkin telefonnummur á somu snildfon.

Hvør kann brúka eSIM?
Hesar snildfonir eru millum annað tær, sum eru førar fyri at brúka eSIM:
- iPhone 14, 14 Plus, 14 Pro & 14 Pro Max
- iPhone 13, 13 Pro, 13 Pro Max & 13 mini
- iPhone 12, 12 Pro, 12 Pro Max & 12 mini
- iPhone SE (2020)
- iPhone 11, 11 Pro & 11 Pro Max
- iPhone Xs & Xs Max
- iPhone Xr
- Samsung Galaxy S22, S22+ & S22 Ultra
- Samsung Galaxy S20, S20+ & S20 Ultra
- Samsung Galaxy S21 FE
- Samsung Galaxy Note 20+ & Note 20 Ultra
- Samsung Galaxy Fold
- Xiaomi 12
GG! eSIM-tænastan er einans til snildfonir – ikki snildur.
Bílegg eSIM
Vinnudeildin hjálpir tær í gongd.