Tænasta til langfaraskip

Arctic Mobile

Arctic Mobile er til sjófólk umborð á langfaraskipum. Við tænastuni kunnu sjófólk ringja og smsa sum heima umborð á skipum við Viknet á sama hátt, sum tá føroyingar reika við fartelefonini í øðrum londum.

Arctic Mobile er eitt samstarv millum Føroya Tele og televeitararnar Síminn í Íslandi og Tele-Post í Grønlandi. Tað eru einans kundar hjá hesum televeitarum, ið kunnu nýta tænastuna.

Treytin er, at sjófólkið annaðhvørt hevur vinnuhaldið Fríhald 52GB ella Fríhald 32GB, og fyri at fáa ágóðan av hesum skal langfaraskipið hava ein VikNet-fylgisveinaloysn og eina GSM-sendistøð umborð, har ið tænastan verður knýtt uppí.

Við Arctic Mobile kann brúkarin tosa 40 tímar og senda 1000 sms hvønn mánað til Føroya og onnur lond í øllum Evropa.

Set teg í samband við Vinnudeildina, um tú vilt vita meira um Arctic Mobile.

Vinnudeildin

Rúni Nolsøe

Key Account Manager
Produktdeildin, Key Account Managers, Management
tel.. 30 33 72
mobile 24 33 72
email runi@ft.fo

Arnfinn Langgaard

Key Account Manager
Key Account Managers
tel.. 30 33 77
mobile 24 33 77

Eiler Rasmussen

Key Account Manager
Key Account Managers
tel.. 30 33 75
mobile 24 33 75

Fríðgerð M. Ellefsen

Key Account Manager
Key Account Managers
tel.. 30 33 71
mobile 24 33 71
email fme@ft.fo

Levi Tróndarsson Nybo

Key Account Manager
Key Account Managers
tel.. 30 33 76
mobile 24 33 76
email levi@ft.fo

“Vit eru sera væl nøgd við tænastuna. Hon riggar óføra væl allastaðni, har ið vit hava eitt fylgisveinasamband. Tílíkt hevur nógv at siga fyri trivnaðin umborð, og sum skipari merki eg, at hýrurin á manningini er betri, nú tað er gjørligt at hava samband við síni kæru har heima, hóast fjarstøðan er stór”.

Sonny Johannesen, skipari umborð á Ennibergi
Ikki langfaraskip?

Sjónet