Internetið sum lýsingarmiðil
– alment tiltak á Hotel Føroyum 27. november
Internetið er týðandi táttur í dagsins marknaðarføring og samskifti, og fyritøkur gerast alsamt meiri tilvitaðar um, at ein vaksandi partur av fólksins frítíð, sosiala lívi og leitan eftir upplivingum, vitan, vørum og tænastum fer fram á netinum.
Tí skipar FT Online tann 27. november fyri almennum tiltaki um evnið. Har venda vit styrkjunum hjá internetinum sum lýsingamiðli, greiða frá royndum í grannalondum og lýsa, hvussu føroyskar fyritøkur kunnu brúka netið í sínum samskifti.
Framløgufólk eru Tim Frank Andersen og Christian Peytz, báðir garvaðir miðlamenn og leiðandi ráðgevar á sínum øki í Danmark, umframt at umboð frá lýsingafyritøkuni Sendistovuni lýsa dømi um, hvussu internetið verður brúkt í føroyskum átøkum.
Tiltakið er ókeypis og opið fyri øllum, sum hava áhuga fyri og tørv á marknaðarføring, tað veri seg miðlar, marknaðarfólk, sølufólk, lýsarar, netvørðar, leiðarar, stjórar o.o. Tilmelding fer fram her á síðuni.
Tilmeldingarfreistin er mikudagin 25. november kl. 18.00.
Avmarkað pláss.
| Skráin |
| |
| 09:30 |
Skráseting og kaffi |
|
| 10:00 |
Vælkomin
Óli á Deild Olsen, stjóri á FT Online |
|
| 10:10 |
Derfor! Onlinemarkedsføring
Tim Frank Andersen, stjóri á Brandzation |
|
| 11:00 |
Internettet som annoncemedie. Erfaringer og tendenser fra DK
Chrstian Peytz, formaður í FDIM |
|
| 11:30 |
Internetið sum lýsingamiðil í føroyskum høpi. Dømir og royndir í Føroyum. Umboð frá lýsingafyritøkuni Sendistovuni. |
|
| 12:15 |
Døgurði |
|
| 13:15 |
Spurningar og svar. Samanumtøka. |
| Talarar |
| |
Tim Frank Andersen
Direktør, Brandzation
|
 |
| |
Christian Peytz
Formaður, FDIM
|
 |