
Hvør telefonloysnin skal vera, veldst alt um virkið, uppgávurnar hjá virkinum og samskiftistørvin hjá bæði virki og viðskiftafólki. Ein góð telefonskipan, er flættað inn í virksemið hjá virkinum, soleiðis at tað er skjótt og lætt hjá kundanum at koma í samband við rætta starvsfólkið.
Vit bjóða fleiri ymiskar telefonloysnir á fastnetøkinum – frá stórum vekslaraloysnum til NETtalu og vanligt fastnet. Hartil er eisini gjørligt at útbyggja telefonloysnina við øðrum skipanum sum t.d. Total View – sum gevur yvirlit yvir øll starvsfólkini og Teletøl – sum gevur yvirlit yvir allar inn- og útringingar.
Vilt tú hava nærri kunning um fastnet frá Føroya Tele, so set teg í samband við tín kundaráðgeva - Trýst her, ella fyll út oyðiblaðið í høgru síðu.