
Um tú velur at útveita tínar KT skipanir merkir tað stutt sagt, at vit taka okkum av at reka, dagføra og tryggja allar tínar skipanir og neyðug dáta. Vit virka tá dagliga sum tín KT deild, og ansa eftir, at allar skipanir koyra sum tær skulu, við at hava reguligt viðlíkahald og yvirvaking.
Føroya Tele hevur gjørt allar neyðugar íløgur, fyri at skapa eitt hýsingumhvørvið, sum livir upp til øll trygdarkrøv eftir altjóða standardum - ISO/IEC 17799 og ISO/IEC 27001. Vit hava yvirvaking alt samdøgrið, ávaringarskipanir, dubulta elveiting, dublering av øllum skipanaum, brandávaring og videoyvirvaking. Umframt at hvørt ár verða allar mannagongdir gjøgnumgingar og góðkendar av granskoðara frá KPMG.
Vilt tú hava nærri kunning um okkara KT-loysnir, so set teg í samband við tín kundaráðgeva - Trýst her, ella fyll út oyðiblaðið í høgru síðu