
SjóNet - fá alt við umborð
Tað er í dag eins neyðugt at hava gott internetsamband umborð á skipi, sum tað er á landi. Tí bjóðar Føroya Tele SjóNet til skip, ið royna undir Føroyum.
Við SjóNeti er gjørligt at fáa internetferðir upp til 7Mbit heilt út á 60-70 fjórðingar. Hetta merkir, at skip við SjóNeti kunnu hava líka skjótt breiðband umborð, sum flestu heim hava í dag.
Hald |
Mðr. gjald |
Íroknað |
Pr. MB yvir |
Ferð |
| SjóNet lítið | 299 kr. | 3 GB | 1,00 kr. | Upp til 2 Mbit/s |
| SjóNet vanligt | 1.299 kr. | 15 GB | 0,50 kr. | Upp til 5 Mbit/s |
| SjóNet stórt | 3.999 kr. | 60 GB | 0,25 kr. | Upp til 7 Mbit/s |
Allir prísir eru uttan mvg.
Tá tú hevur eitt SjóNet hald, fært tú kunning, tá tú hevur nýtt 80 % av mánaðarligu datamongdini og tá tú hevur hevur nýtt alla mongdina. Hetta fært tú umvegis SMS, ið verður sent til SjóNet haldið og eisini er gjørligt at fáa kunningina á eina fartelefon.
Vilt tú hava nærri kunning um SjóNet, so set teg í samband við tín kundaráðgeva - Trýst her, ella fyll út oyðiblaðið í høgru síðu.
Føroya Tele bjóðar eisini hesar tænastur til sjóvinnuna.
Føroya Tele umboðar Iridium í Føroyum. Við Iridium ber til at fáa talu, fax og dáta umvegis fylgisvein.
Inmarsat er partur av GMDSS-trygarskipanini. Við Inmarsat ber til at fáa talu, fax og dáta umvegis fylgisvein
Les meir um Iridium og Inmarsat - trýst her