Farbreiðband komið í Skopun og Kirkjubø


Nú hevur Føroya Tele sett upp og tendrað 3G+ netið í Skopun. Samstundis hevur Kirkjubøur eisini fingið betri 3G-dekning.



Við 3G+ ber til at fáa nógv meira burtur úr sínari fartelefon ella farteldu við farbreiðbandi.

Høgu ferðirnar og stuttu svartíðirnar á 3G+ netinum merkja, at tú fært heilt aðrar møguleikar við tínari fartelefon, farteldu ella paddi, við tað at tú kanst handfara og fáa skjótari atgongd til margmiðlar.
Hetta merkir t.d., at tú kanst taka niður stórar fílur við eitt nú tónleiki, myndir og video, og tú kanst lesa teldupost og nýta internetið á sama hátt sum við vanliga breiðbandinum.

Føroya Tele hevur lagt stóra orku í at útbyggja 3G+ netið. 3G er mobilt internet, ella farbreiðband, sum er breiðband til farteldur og -telefonir. Netið er bygt upp av einari rúgvu av mastrum, sum senda og móttaka data tráðleyst. Sostatt ber til at senda mail, kunna seg á olivant og øðrum tíðindasíðum ella taka niður fílur við sínari fartelefon ella farteldu. Til ber eisini at streamað sjónvarp umvegis 3G.

Fyri at kunna nýta 3G+ tøknina til fartelefon og farteldu, skulu eindarnar lúka nøkur krøv og setast upp á ávísan hátt. Telebúðirnar hjálpa fegin við hesum, og til ber eisini at kunna seg um uppseting og annað á heimasíðuni www.ft.fo/3G.

Hesi støð hava nú 3G+ farbreiðband frá Føroya Tele:

Tórshavn, Klaksvík, Skálafjørðurin, Flogvøllurin, Vágur, Tvøroyri, Hov, Norðragøta, Syðrugøta, við Gøtugjógv, Leirvík, Kambsdalur, Fuglafjørður, Sandavágur, Miðvágur, Sørvágur, Vestmanna, Kollafjørður, Oyri, Norðskáli, Nesvík, Hestur, Velbastaður, Kirkjubøur, Oyndarfjørður, Hellurnar, Hvalvík, Steymnes, Sandur, Skopun, Hósvík, Skálabotnur.
 


‹ Aftur