New iPad2 fær góð skotsmál


Nýggi iPad’urin frá Apple fær framúr góð ummæli kring knøttin.



At síggja til er munurin er ikki so stórur, nú nýggj røð av iPad2 er komin á marknaðin. Útsjóndin er so at siga einki broytt, meðan vektin er eitt vet hægri á nýggju útgávuni. Hetta kemst av, at nýggja útgávan hevur eitt munandi kraftigari battarí.

So skjótt skermurin verður tendraður, er tó sjónligt, at talan er um nýggja útgávu. Skermmyndin er nevnliga munandi betri, enn í vanliga iPad2. Talið av Pixels er fýra ferðir hægri, og hetta er fremsta orsøkin til, at battaríið nú er betri, og at ferfaldingin av gerilsmegini ikki kennist meira enn tað sama, tí mest sum øll tann økta megin fer til at betra myndagóðskuna.

Ummælarar kring heimin tykjast á einum máli um, at nýggi iPad’urin er nógv betri enn teir, sum vit higar til hava sæð. Serstakliga er tað framúr myndagóðskan á skerminum, sum fær nógv rós við á vegnum, eins og myndatólið hevur fylgt við í menningini av góðu myndagóðskuni.

New iPad er nú komin til Føroya, og til ber at ogna sær hann í Telebúðunum kring landið.

 


‹ Aftur