Tlf. 30 30 40

Keypstreytir

Prísir
Allir prísirnir er í føroyskum krónum (DKK) íroknað 25% mvg um ikki annað er tilskilað.
Fyrivarni verður tikið fyri prísbroytingum, prentvillum og útseldum vørum.
Prísirnir eru bert galdandi í Føroyum.
 
Bílegging
Tú bíleggur við at skriva allar týðandi upplýsingar í bíleggingar útfyllingarteigarnar.
Teigarnir fyri navn, bústaður, bygd/býur, teldupostur, telefon skulu útfyllast.
Eftir bíleggingarmóttøku er avgreiðslutíðin vanliga 2-3 yrkadagur.
Er vøran ikki á goymslu, royna vit at útvega hana innan 10 dagar.
 
Gjaldshættir
Tú kanst gjalda við teimum mest vanligu gjaldskortunum. Um tú rindar við gjaldskorti, skalt tú bert tøppa inn kortnummar, endadag og eftirlitstal við bílegging av vøruni. Harvið loyvir tú teleshop.fo at taka upphæddina av tygara konto. Upphæddin verður ikki tikin av kontoini, fyrrenn vøran er send av goymsluni.
 
Búmerkið merkir, at teleshop.fo kann móttaka gjalding av bæði Visa/Dankort og Dankort.
 
Trygd við kortgjalding
Vit nýta trygdarprokollina SSL, sum loyniligger upplýsingarnar millum internet browsara (kortinnihavari) og ein internet servera (handilin). Hetta merkir, at teir upplýsingar, ið verða sendir, tá goldið er við gjaldskorti, verða vardir frá tygara teldu og til okkum.
 
Loyniliggeringin í sambandi við elektroniskan handil er SSL vanligasti hátturin og tann mest nýtti. Hesin hátturin verður mettur at verða ein ógvuliga tryggur háttur at flyta pening upp á. Á heimasíðuni
http://www.betaling.dk ber til at síggja, hvussu ein SSL-gjalding verður framd.
 
Leveringshættir
Vøran verður send við Posta.
 
Returrættur
Um tú iðrar teg um keypið innan 14 dagar, afturgjalda vit fullan prís fyri vøruna, treytað av, at vøran er í upprunapakkitilfari. Vøra, ið verður latin inn aftur innan 14 dagar, men sum ikki uttan víðari kann seljast sum nýggj, verður ikki endurgoldin við fullum prísi.
 
Datatrygd
Upplýsingarnir, sum tú tastar inn, verða ikki nýttir til annað endamál enn til keypið av hesari vøru.

 



Føroya Tele | P.O. Box 27 | FO-110 Tórshavn | Faroe Islands
Tel: +298 30 30 30 | Fax: +298 30 30 31 | ft@ft.fo