Kappingar verða í spølunum DotA 6.66b og Counter Strike 1.6. Báðar kappingarnar verða uppsettar eftir 'Double Elimination' skipanini, og sum liðkappingar. Hetta vil siga, at tú ert noyddur at verða við í liði, um tú vilt luttaka einari ella báðum kappingunum. Um tú ikki hevur eitt lið, kunnu vit gera eina roynd at samla eitt lið til tín, men veita ikki vissu fyri, at hetta eydnast. DotA kappingin byrjar fríggjakvøldið kl. 21. Tó skal viðmerkjast, at trupulleikar kunnu standast, sum seinka kappingina. Nærri dystarætlan verður at síggja á tiltakinum. Counter Strike kappingin byrjar leygardagin kl. 18. Spælt verður ígjøgnum Steam (www.steampowered.com). Nærri dystarætlar verður at síggja á tiltakinum. Undankapping verður í Counter Strike inniá FT Gaming servarinum (IP: 212.55.54.160:27015). Hvønn mánadagin, mikudag og fríggjadag frá kl. 20-20:30 hevur tú møguleika at vinna tær atgongumerki til tiltakið. Tann sum hevur flest frags kl. 20:30 hesar dagarnar vinnur atgongumerkið (servarin endurbyrjar kl. 20). Vit seta okkum í samband við vinnarin umvegis Steam Friends.



