Tlf. 30 30 30
  • Fartelefon
  • Heimatelefon
  • Internet
  • Kundatænasta
  • Sjálvgreiðslan
  • 3G+
Um Net-Upp

Um Net-Upp

Føroya Tele skipar fyri tveimum Net-Upp tiltøkum um árið. Vanliga eitt um várið og hitt um heystið. Hesi bæði tiltøkini eru deild upp í tvey ymisk tiltøk, nevniliga Rumle og Pro Gaming. Hetta, fyri at røkka flest møguligum telduspælarum. Tiltøkini verða nærri umrødd niðanfyri.

 

Net-Upp Rumble sipar til teir ”vanligu” telduspælarnar, ið dáma væl at spæla ymisk spøl, tó ikki við ov intensivari kapping. Hetta er eitt frálíkt tiltak til tey sum bert hava hug at stuttleika sær, luttaka í ymiskum smærri kappingum, uttan at hugsa um, at verða bundin at nøkrum liði.

 

Net-Upp Pro Gaming sipar til teir nakað seriøsari kappingarpersónarnar. Til tey sum hava hug at luttaka í spennandi og skipaðum liðkappingum. Um tú ert við í liði og hevur hug at kappast ímóti øðrum liðum er hetta heilt sikkurt eitt tiltak til tín.

 

Tó skal nevnast, at øll eru vælkomin at luttaka í báðum tiltøkunum, og tað er eingin forðing, um tú ikki hevur lið, áðrenn tú luttekur í Pro Gaming tiltakinum. Vit kunnu gera ein roynd, at samla eitt lið til tín á tiltakinum, men veita ikki vissu fyri, at hetta eydnast.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Keyp atgongumerki

 Keyp atgongumerki her

 

 

 

 

 

 

 

 



Føroya Tele | P.O. Box 27 | FO-110 Tórshavn | Faroe Islands
Tel: +298 30 30 30 | Fax: +298 30 30 31 | ft@ft.fo