Tlf. 30 30 30
  • Fartelefon
  • Heimatelefon
  • Internet
  • Kundatænasta
  • Sjálvgreiðslan
  • 3G+
Børn, ung og sosialir miðlar

Børn, ung og sosialir miðlar


Ein stórur partur av sosiala lívinum hjá børnum og ungum gongur í dag fyri seg við fartelefon og interneti, og tá ber ikki til sum foreldur at halda eyguni eftir barninum í sama mun, sum tá tala er um ítøkiliga heimin kring okkum.


Vandarnir eru nógvir, bæði fyri barnið sjálvt, men eisini onnur kunnu koma illa fyri, um títt barn í gáloysni almannakunnger tilfar, ið barnið ikki hevur rætt til.


Fleiri stovnar og ráð arbeiða nógv við hesum máli, og her er nakað av tí tilfari, ið er á føroyskum í løtuni.

 

Børn, Ung og sosialir miðlar

Danska miðlaráðið hevur í sambandi við Tryggari Internetdagin gjørt eina vegleiðing til foreldur um, hvussu tey fáa eina samrøðu í lag við barnið um nýtsluna, ið barnið hevur av teimum sosialu miðlunum. Her er vegleiðingin umsett til føroyskt.


Tak niður 'Børn, Ung og sosialir miðlar' í pdf formati her

 

 

Tað er tín avgerð

Faldarin 'Tað er tín avgerð', sum Dátueftirlitið hevur gjørt við stuðli frá Føroya Tele og KT Deplinum er til børn og ung um, hvussu tey sjálvi kunnu verja sínar persónsupplýsingar.
 

Tak niður 'Tað er tín avgerð' í pdf formati her

 

 

Hentar leinkjur


Dátueftirlitið - um børn á netinum
 

Danska Datatilsynet - um sosial netverk
 

Miðlaráðið - til verju fyri børn og ung
 

 

 

10 Góð ráð

Hesi ráð eru góð at fylgja, um tú vilt tryggja teg á netinum - bæði hjá børnum og vaksnum.

 

1. Sig ongantíð fremmandafólki hvussu tú eitur, og hvar tú býrt


2. Tú kanst hava eitt kelinavn ella geva teg út fyri at vera okkurt annað - men bert um tú hevur gott í huga


3. Minst til, at tann tú kjattar við, ikki altíð er tann, hann ella hon sigur seg vera


4. Málber teg týðiliga, soleiðis at tú minkar møguleikan fyri at móttakarin misskilur teg
 

5. Tú mást ikki málbera teg rasistiskt, tí tað er í roynd og veru ólógligt


6. Ikki arga nakran við teirra útsjónd, tí tað kann vera ógvuliga særandi


7. Lat vera við at happa ella arga onnur, tí tað kann vera ógvuliga særandi


8. Hugsa teg um, áðrenn tú sendir ein teldupost ella sms, tí tá móttakarin hevur sæð hann, vendist ikki aftur


9. Ikki hótta onnur fyri stuttleika, tí hvussu kunnu tey vita, at tað er til stuttleika?


10. Ikki halda onnur uttanfyri, uttan so at tú hevur eina góða orsøk

 

 

Góð ráð um børn og fartelefonnýtslu
 

trýst her fyri at koma til 'Børn og fartelefon'

 



Føroya Tele | P.O. Box 27 | FO-110 Tórshavn | Faroe Islands
Tel: +298 30 30 30 | Fax: +298 30 30 31 | ft@ft.fo