Vælkomin á okkara flagsportal, sum er til øll, ið nýta internetið á fartelefonini.
Ætlanin við Flags.fo er, at tað skal vera lætt og ómakaleyst at flagsa á internetinum við fartelefonini. Vit hava eisini funnið fram eina rúgvu av mobilum heimasíðum, ið vit hava leinkjað til. Hetta merkir, at tú ikki skalt gjalda fyri download av tungum heimasíðum, tá tú flagsar.
Við flagsportalinum sleppur tú at lesa tíðindi innan ymiskar vinnur, kanna veður, finna nummur og leita á google. Vit hava eisini flagsað runt fyri at finna mobilar útgávur av mest nýttu síðunum so sum Facebook, Arto og MSN, og sjálvandi ber til at fáa viðkomandi kunning um internet og fartelefonir frá Føroya Tele.
Flags.fo er tó ein síða, ið er undir støðugari menning, so um tú hevur eina leinkju til eina góða mobila heimasíðu, sum tú hevur hug til at deila, so send okkum hana endiliga á esm@ft.fo.



