Áðrenn tú fert úr Føroyum
Tá tú fert út at ferðast, ber til at koma á alnótina, antin við fartelefonini ella við gull- ella silvurdongli.
Vit vilja mæla tær til at kanna niðanfyristandandi, um tú ynskir at nýta fartelefonina í útlandinum.
1. Kanna, at fartelefon haldið, tú hevur, kann reika. Hetta sært tú undir tænastum á ordraváttanini, tú fekst uppá haldið, á Sjálvgreiðsluni ella við at ringja til Føroya Tele á 808080.
2. Kanna, at Føroya Tele hevur reikingaravtalu við onkran veitara í landinum tú skalt til. Trýst her fyri at síggja eitt yvirlit.
3. Kanna, at fartelefonin hjá tær stuðlar undir frekvensbandinum, ið verður nýtt hjá televeitaranum í útlandinum. T.d. brúka vit GSM 900 her í Føroyum. Eitt yvirlit yvir veitarar í øllum londum finst her.
Tørvar tær hjálp, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Telebúðinar, ella at ringja 808080 gerandisdagar kl. 08-18.



