Kom væl í gongd
Um breiðband ikki hevur verið í húsinum fyrr, skal uppseting til.
Vit hava eitt tilboð, tá tú skal hava breiðband lagt inn og sett upp heima.
Við í tilboðnum er:
- Montørvitjan (Upp til 2 tímar í vanligari arbeiðstíð Mán.-frí. kl. 8-16)
- Uppsetan av einum stikki við tilfari
- Vit uppseta, installera og seta mótaldið til og fara ikki fyrr enn tað virkar.
Tilboðið er galdandi fyri uppseting í vanligum húsum/íbúðum. Vit seta bert eitt stikk upp, har sum kundin ynskir tað. Mótald er IKKI við í hesum prísinum.
Kostnaður kr. 695 v/mvg



