Tlf. 30 30 30
  • Fartelefon
  • Heimatelefon
  • Internet
  • Kundatænasta
  • Sjálvgreiðslan
  • 3G+
Ofta spurdir spurningar - Breiðband

Ofta spurdir spurningar - Breiðband


 

Hvørji breiðbandshald bjóðar Føroya Tele, og hvat kosta tey?
Hvussu long er bíðitíðin, tá eitt breiðband verður bílagt frá Føroya Tele?
Kann eg fáa breiðband frá Føroya Tele, sjálvt um eg havi heimatelefon frá øðrum veitara?
Kann eg fáa breiðband, sjálvt um eg ikki havi heimatelefon?
Hvønn beinara skal eg nýta til breiðband frá Føroya Tele?
Hvør er munurin á at hava ein tráðleysan og ein tráðbornan beinara?
Uppseting av beinara?
Hvussu fái eg fatur á brúkaranavn og loyniorð til mítt breiðband?
Hvør er ferðin á mínum interneti?
Hvat um eg vil broyta ferðina á breiðbandinum?
Um eg vil sløkkja fyri internetinum ein part av samdøgninum
Flyting av breiðbandi
Dagføring/uppseting av beinara
Kann eg fáa ókeypis teldupostadressu frá Føroya Tele?
Trygd á tráðleysum

Hvørji breiðbandshald bjóðar Føroya Tele, og hvat kosta tey?

Føroya Tele bjóðar breiðband bæði til vinnukundar og privatkundar.
 

Vinnuhaldini finnur tú við at trýsta her 
 

Breiðband privat finnur tú her

 

 
Hvussu long er bíðitíðin, tá eitt breiðband verður bílagt frá Føroya Tele?

Hevur breiðband ikki verið inni í húsinum áður, má ein montørur út at gera eina innlegging. Hetta kann taka 1-3 vikur.

                               

Hevur breiðband verið inni áður, og alt hevur virkað sum ætlað, verður bíðitíðin munandi stytt til uml. 2-3 yrkadagar.        

    

 
Kann eg fáa breiðband frá Føroya Tele, sjálvt um eg havi heimatelefon frá øðrum veitara?

Ja, hetta er eingin trupulleiki. Set teg í samband við okkum á telefon 80 80 83, ella støkk inn á gólvið í einari av okkara Telebúðum.

 

 
Kann eg fáa breiðband, sjálvt um eg ikki havi heimatelefon?

Ja, hetta letur seg gera, tó at breiðbandskundar sum ikki hava fastnet verða álagdir at gjalda eitt kopargjald.
 

Kopargjald er eitt gjald fyri nýtslu av kopari, ið verður lagt á kunda, sum hevur breiðband men ikki fastnet. Um brúkari av breiðbandi av fastnetshaldi á sama matrikkli ikki samsvarar, verður kopargjald álagt.

 

 
Hvønn beinara skal eg nýta til breiðband frá Føroya Tele?

Føroya Tele selur í løtuni hesir Billion og SMC beinarir.
 

Aðrir virkandi beinarir eru teir ið hava møguleika fyri ADSL/2/2+ við PPPoA og PPPoE.
 

Føroya Tele tekur onga ábyrgd av, at aðrir beinarir virka, enn teir ið Føroya Tele selur ella hevur selt. 


 

 
Hvør er munurin á at hava ein tráðleysan og ein tráðbornan beinara?

Mest seldu og tilráddu beinarir eru teir tráleysu. Teir gera tað møguligt hjá farteldum at fáa tráleyst internet heima, sum ger tað meira mobilt hjá kundanum.
 

Stationerar teldur hava vanliga ikki tráleyst netkort, og tí mást tú keypa eitt fyri at sleppa á tað tráleysa netið. Netkortini eru at fáa í telebúðunum kring landið og liggja um 200-400 kr.
 

Tann tráðleysi dekningurin kann røkka upp til uml. 50 metrar frá beinarinum. Veggir av ymiskum slag, so sum betong og annað, kann avmarka tann tráðleysa dekningin. Vanliga røkkur dekningurin kring eini hús, um beinarin stendur uml. mitt í bygninginum og umstøðurnar eru til staðar
 

(Føroya Tele hevur ikki ábyrgd av tí tráleysa dekninginum frá beinarinum.)

 

 
Uppseting av beinara?

Tørvar tær vegleiðing til uppseting av beinara, trýst her

 

 
Hvussu fái eg fatur á brúkaranavn og loyniorð til mítt breiðband?

Vit kunnu senda tygum ein brævbjálva við loyniorðinum, ella kunnu tygum avheinta tað í einari telebúð.
 

Fyri at fáa loyniorðið í telebúðini, skal tann sum stendur fyri internetinum avheinta tað og vísa samleikaprógv við avheintan. Tá er best fyrst at siga frá á 902121.
 

Loyniorðið verður ikki givið pr. telefon

 

 
Hvør er ferðin á mínum interneti?

Um tú varnast, at Breiðbandið koyrir seinni enn ásetta ferðin fyri haldið, kanst tú kanna Internet ferðina á forsíðuni. Leinkjan liggur undir 'Mítt ft.fo'

Ferðmátarin er mest eftirfarandi, tá aðrar teldur ikki eru á netinum, og einki verður downloada, tá ið ferðmátingin fer fram.

 

 
Hvat um eg vil broyta ferðina á breiðbandinum?

Um tú vilt broyta ferðina á breiðbandinum, ring til okkum á telefon 80 80 83 ella støkk inn á gólvið í einari Telebúð.

 

 
Um eg vil sløkkja fyri internetinum ein part av samdøgninum

Um tygum av onkrari orsøk hava tørv at hava internetið sløkt ein part av degnum, kunnu tit uppseta SMC beinarin at sjálvvirkandi sløkkja fyri internetinum eitt ávíst tímatal av degnum.
 

Vit kunnu seta hetta upp fyri teg yvir internetið. Vitja fyrst supportsíðuna við at trýsta her og ring síðan 902121, og vit hjálpa tær.
 

 
Flyting av breiðbandi

Flyta tygum breiðbandshaldið, er sama mannagongd galdandi, sum við stovning av nýggjum haldi.
 

Hevur breiðband ikki verið inni í húsinum áður, má ein montørur út at gera eina innlegging. Hetta kann taka 1-3 vikur. Hevur breiðband verið inni í húsinum áður, og alt hevur virkað sum ætlað, verður bíðitíðin munandi stytt til uml. 2-3 yrkadagar.
 

Tygum nýtist ikki nýggja breiðbandsútgerð, tá tygum flyta breiðbandið til nýggjan búðstað.   


 

 
Dagføring/uppseting av beinara

Beinarir ið eru keyptir frá Føroya Tele kunnu dagførast/uppsetast í telebúðúðunum kring landið fyri 75 kr.

 

 
Kann eg fáa ókeypis teldupostadressu frá Føroya Tele?

Ja, til ber at stovna sær ókeypis teldupostadressu á www.email.fo.

 

 
Trygd á tráðleysum

Hvussu uppsetur man tráðleyst internet soleiðis at onnur ikki sleppa inn á mítt samband? Trýst her fyri at finna eina vegleiðing.

 
Navn
Teldupostur
Yvirskrift
Spurningur

Finnur tú ikki svarið her?

Um tú ikki fært svar til tín spurning á hesum síðum ber til at ringja til supportina hjá Føroya Tele.

 

Supportin hjálpir tær við ymiskum trupulleikum við internetinum. Supportin hjálpir tær m.a. við íbindingum, uppseting av beinara og uppseting av telduposti.

 

Supportin svarar millum klokkan 8 og 18 mánadag til fríggjadag.

 

Samband fæst við Supportina á telefon

90 21 21.

 

Tað kostar 5 krónur at ringja til Support, og 5 krónur fyri hvønn eftirfylgjandi minutt.
 



Føroya Tele | P.O. Box 27 | FO-110 Tórshavn | Faroe Islands
Tel: +298 30 30 30 | Fax: +298 30 30 31 | ft@ft.fo