Top mynd

Ynskir tú at hitta okkum andlit til andlit? So er hetta júst til tín. Nú bjóða vit tær nevniliga til eitt prát, har tú kanst fáa svar upp á tínar spurningar viðvíkjandi tínum haldum.

 

Tað einasta, tú skalt gera, er at bíleggja eina tíð til eitt prát. So bjóða vit tær í Telebúðina, ella vit ringja til tín, tá tað passar tær.

 

 

Spurningar og svar

Hví skal eg bíleggja tíð?

Eitt prát er ein tænasta til tín, sum tørvar hjálp ella vegleiðing. Eitt prát gongur fyri seg í Telebúðini, ella vit avtala eina tíð og ringja til tín. Tú velur, hvat passar tær best. Bílegg eina tíð, so ringja vit teg upp fyri at avtala nærri um hvat og hvussu.

Hvat kann eg bíleggja eina tíð til?

Eitt prát er til tín. Tú gert av, hvørji viðurskifti við Føroya Tele, tú ynskir at tosa um. Til dømis kunnu vit saman gjøgnumganga, um tíni hald nøkta tín tørv og nýtslu, ella um tú umhugsar at gerast kundi hjá Føroya Tele.

Kostar eitt prát nakað?

Nei, tað kostar einki at spyrja. Eitt prát er sjálvandi ókeypis.

Hvussu gevi eg avboð?

Um tú av eini ella aðrari orsøk ikki kanst møta upp til avtalaðu tíðina, kanst tú geva avboð við at ringja til okkara á 808080 og avtala eina nýggja tíð.  

Bílegg tíð





Eitt sindur um teg