Heimaloysnir:
Støðugt og skjótt internet heima við hús


Í dag er internetið allastaðni. Vit brúka internetið til snildfonina, á teldli og teldum, og talið á tólum í hvørjum húsi er nógv vaksið. Vit lurta eftir tónleiki, hyggja at filmum og goyma myndir á internetinum, og tað krevur eitt álítandi og dygdargott breiðband.

Tað er okkara uppgáva at tryggja, at føroysku húsini fáa mest møguligt burturúr einum breiðbandshaldi, og tí eru vit farin undir at veita breiðbandskundum eina tænastu, har ið vit koma heim til tín og eftirkanna tína breiðbandsloysn, um tú ikki hevur nøktandi dekning.

Av og á uppliva kundar, at teir ikki fáa eina nøktandi breiðbandsferð, hóast einki er galið við linjuni, og beinarin riggar, sum hann skal. Talan kann tí vera um ymisk onnur viðurskifti, ið ávirka tráðleysa sambandið heima við hús.

Lat Heimaloysnir hjálpa tær.

Vit bjóða okkum fram at eftirkanna og betra um tína heimaloysn. Vit gera eina kanning av breiðbandinum í húsinum og geva tær eitt tilmæli til loysnir, sum kunnu betra um støðuna. Tilmælið inniheldur eina loysn og kostnað, og hetta verður gjørt fyri eina fasta upphædd. Harumframt bjóða vit okkum fram at gera neyðugu ábøturnar og installatiónirnar sambært hesum tilmæli.

Ein kanning av breiðbandsloysnini í einum sethúsi kostar 300 krónur. Tekur tú síðan av einum tilboði upp á eina loysn av trupulleikanum, er kanningin við í prísinum.

Til høgru sært tú nakrar loysnir, sum kunnu betra um títt tráðleysa samband. Her er talan um tilboð til fastan prís fyri útgerð, forritan, uppsetan og royndarkanning.

Um tú hevur trupulleikar við internetinum heima við hús, so ert tú vælkomin at ringja til okkara support á 808080. Harvið avtala vit nærri um eina kanning av tínum bústaði.

Ynskir tú, at vit ringja til tín?

Vit seta okkum fegin í samband við teg.

Ynskir tú, at vit ringja til tín viðvíkjandi tínum breiðbandi,
so kanst tú útfylla frymilin niðanfyri:

 


Navn 
Telefonnummar 
Teldupostur 
Eg eri at hitta kl. 
Viðmerking 
Apple AirPort Extreme



Prísur:            kr. 2.095
Við uppseting: kr. 2.485    

Apple AirPort Express



Prísur:            kr. 995
Við uppseting: kr. 1.385

Ubiquiti UniFi AC Lite




Prísur:            kr. 1.095
Við uppseting: kr. 1.485

Ubiquiti UniFi AC Pro




Prísur:            kr. 2.095
Við uppseting: kr. 2.485

TP-Link Powerline AV500 TL-WPA4530 KIT




Prísur: kr. 985
Við uppseting: kr. 1.375

TP-Link Powerline AV1200 TL-WPA8630 KIT




Prísur: kr. 1.495
Við uppseting: kr. 1.885

Net installation 1


Uppseting av netstikki til eitt access point.


Í pakkanum er:
 -    2x netstikk (CAT6 konnektor)
 -    20 M kaðal (CAT6 UTP)
 -    3x patch UTP kaðal
 -    2 arbeiðstímar


Prísur: kr. 1.550

Um arbeiðið tekur meira enn 2 tímar, kostar tað 487,50 kr/tíman eyka.
 

Net installation 2

 


Uppseting av netstikki til tvey access point.

Í pakkanum er:  -    4x netstikk (CAT6 konnektor)
 -    40 M kaðal (CAT6 UTP)
 -    6x patch UTP kaðal
 -    4 arbeiðstímar


Prísur: kr. 2.985

Um arbeiðið tekur meira enn 4 tímar, kostar tað 487,50 kr/tíman eyka.