Fartelefonhaldini hjá Føroya Tele eita ver


ver er vørumerki hjá Føroya Tele. Endamálið við ver er at geva føroyingum møguleika fyri dygdargóðum fartelefonhaldum, sum eru trygg og laga seg til nýtsluna hjá tí einstaka.

ver vil stutt sagt veita slóðbrótandi tænastur, sum eru smidligari, betri og einfaldari. Við tað at tú avgreiðir øll tíni viðurskifti á netinum, tí kunnu vit eisini bjóða tær eitt hald við talu, sms og data, sum er bíligari enn áður.

Fyri at hetta skal bera til, verður alt samskiftið millum kundan og ver lagt út á netið. Á heimasíðuni ver.fo skrásetir kundin seg, velur hald, skrásetir gjaldkort og fyllir á. Síðan verður ein avtalað upphædd kravd av tínum gjaldkorti frammanundan hvønn mánað.

ver er ein tænastueind hjá Føroya Tele og brúkar netið og allar førleikar hjá Føroya Tele. Sostatt tryggjar Føroya Tele, at dygdin á netinum og tænastuni er góð.

Tørvar tær hjálp at finna rætta haldið, til júst tín tørv, kanst tú ringja til okkum á 801990 - vit vegleiða fegin.



Far til ver - trýst her