Um tú vilt máta ferðina á einari telefon ella eindum teldli, kanst tú fara inn á hesa síðuna. Tak Speedtest appin hjá Ookla niður, og máta ferðina. Appurin riggar til iOS, Android og Windows Phone.

Soleiðis fært tú tað mest eftirfarandi úrsliti á ferðtestini. 

GG: tú fært tað mest eftirfarandi úrsliti, um teldan er knýtt til beinaran við einum LAN-kaðali. 


  • Tryggja tær at tað bert er tín telda á netinum
  • Tryggja tær at øll forrit, ið brúka breiðband eru sløkt
  • Tað er best, um tú hevur beinleiðis samband til routaran. 
  • Tak fleiri ferðtestir, fyri at fáa eitt greitt úrslit. 



Hetta kann ávirka úrslitið, ið ferðmátarin vísir: 


  • Um tit taka ferðtestin gjøgnum eina Powerline ella Range extender skipan, kann ferðin vera lægri enn hon eigur. 
  • Um tú hevur eina VPN skipan tendraða, kann ferðmátarin vísa eina heilt aðra ferð, enn tí tú eigur at fáa
  • Breiðbandi kann vera í brúk, so sum download ella upload og av tí sama gevur ferðmátingin ikki eitt neyvt úrslit. (Kobla alla aðra útgerð frá routaranum, enn tí eindina, ið tú skalt máta ferðina við)
  • Um ferðmátingin er gjørd tráðleys, kann ferðin vera nógv lægri enn hon eigur (Set ein LAN-kaðal millum teldu og routara og royn aftur)
  • Beinarin er óvirkin/gamal ella skal dagførast. (nýtist ikki montør)
  • Filtur, ið skilir telefon frá breiðband, er óvirkið (krevst montør)
  • FT NET útgerðin er óvirkin (krevst montør)
  • Linjan er ikki góð (krevst montør)
  • Hús innleggingin er ikki góð (káplar, stikk o.a.) (tilmælt montør)
  • Tól sum brúka tráðleyst kunnu koma út fyri at fáa lægri ferð, enn hvat haldið hjá tykkum skal vera. Orsøkin til hetta kann vera frástøða millum routaran og eindina, tekniska útgerðin í eindini (t.d netkortið), ella órógv á tykkara tráðleysa netið, tí skal ferðmátingin takast við einum LAN-kaðali. Sí meira kunning um tað her
  • Sí meira kunning um internet ferðir her
  • Um tú vilt taka ein ferðtest á einum teldli ella einari fartelefon, kanst tú taka Speedtest appin niður á App Store ella Play Store. 


   

Serstøk forrit, ið ávirka tykkara hægst møguligu ferð


Onnur viðurskift, sum kunnu hava ávirkan á ferðina, eru firewalls, antivirus forrit ella fleiri teldur á sama sambandi. Eisini kunnu tað vera ymisk forrit á telduni, sum brúka internetsamband. 

Tað eru tó serliga hesi forrit, ið hava størstu ávirkan á ferðina:

  • Hola er eitt forrit, ið kann ávirka ferðmátingina sera nógv. Hetta forriti ger at tú nýtir nógv upload, ið kann seinka ferðina hjá tær. Kanna um tú hevur Hola forriti, og um so er, sløkk tað og royn aftur. 
  • iCloud er back-up skipanin hjá Apple, ið uploadar konstant, so leingi eindin hevur netsamband.
  • uTorrent og onnur torrent-baseraði download forrit, ið verða nýtt til at taka filmar og tónleik osfr. niður av internetinum, kunnu ávirka ferðina, um tey eru tendraði meðan tú tekur ferðtestin, tí at tey brúka down- og uppload. 
  • Dropbox kann eisini ávirka ferðina hjá tær, um tað liggur og arbeiðir í bakgrundini. Hetta forriti nýtir upload, fyri at leggja fílir og dáta út á netið, har man so loyvir fólki at fáa atgongd til tað.  



Serstøk viðurskifti, ið ávirka tykkara hægst møguligu ferð



  • Fjarstøða frá útgerðini hjá Føroya Tele til endapunkti, har linjan kemur inn. 
  • Góðskan á linjuni hjá tykkum
  • Tal av brúkarum, sum brúka internetið samstundis
  • Kundaútgerð, so sum beinarar, Access Points, teldur og teldlar osfr. 
  • Tann tráðleysi dekningurin og signal styrkin hevur alt at siga, tá ið tað kemur til at fáa tí hægstu ferðina sum gjørligt er. Veggir av ymsum slag, so sum betong, og vegg isolatión sum aluminiums folie o.a. kunnu avmarka og tarna dekningin og styrkina á tykkara tráðleysa netið. 
  • Um tit brúka Powerline skipanir, sum beina internetið gjøgnum el-innleggingina í húsinum, kann góðskan á hesum ávirka ferðina, ið tit fáa. Tit kunnu uppliva at fáa lága ferð gjøgnum Powerline skipanina um el-innleggingin er gomul ella hevur fingið skaða.
  • Tann tráðleysa tøknin ávirkar eisini ferðina. Hevur tú t.d ein beinara, ið sendir út á 2.4 GHz bandinum, kemur tú at uppliva órógv frá øðrum tráðleysum tólum, t.d radio, hátalar, babyalarmar osfr. Hetta kann loysast við at broyta kanalina, ið routarin sendir signal út á, ella við at ogna sær útgerð, t.d Range Extenders ella Powerline skipanir, ið sendir tráðleyst net út á antin AC tøknini, ella á 5 GHz bandinum. 

 

 
 

Eitt sindur um ferðmátingar og ferð á internetsambandi.


Tá tú vitjar eina heimasíðu, kann internetsambandið millum teg og heimasíðuna býtast upp í tveir høvuðspartar

  1. Sambandið millum tína teldu og veitaran, Føroya Tele
  2. Sambandið millum Føroya Tele og heimasíðuna tú vitjar.


Hesin seinni parturin kann so aftur býtast sundur. Aloftast í uppaftur fleiri partar. Hugsa tær, at tú vitjar eina heimasíðu í t.d. Grikkalandi. Sambandið hjá tær til heimasíðuna gongur tá frá tínari teldu til Føroya Tele, víðari frá Føroya Tele yvir eina røð av veitarum, líka til veitarin hjá heimasíðuni í Grikkalandi er rokkin og haðani til heimasíðuna. Á fakmáli verður tosað um "hopp". Ferðin á hesum ymisku "hoppunum" kann vera rættuliga ymisk. Men tað er "hoppið", sum hevur lægstu ferðina, sum avgerð, hvussu skjótt sambandið er millum tína teldu og heimasíðuna tú vitjar.

Tá tú keypir breiðband frá Føroya Tele, kann Føroya Tele bert veita trygd fyri ferðini á sambandinum millum tín routara og Føroya Tele. Altso 1. partin av sambandinum. Hin partin av sambandinum hevur Føroya Tele onga ávirkan á.

Eisini er tað soleiðis, at ein partur av datatrafikkinum fer til at stýra sambandinum, sokallaðir "headers". Ferðin kann t.d vera 10% meira ella minni enn veruliga ferðin.

Alt hettar skal havast í huga, tá tú kannar ferðina á tínum breiðbandshaldi.


Hevur tú trupulleikar við ferðini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við supportina.